Hvat skal til fyri at fáa fólkavøkstur í Føroyum?

Landsstýrið hevur byrjað verkætlan, sum hevur til endamáls at fáa fólkavøkstur í Føroyum aftur.


Sum fyrsta stig í verkætlanini hevur landsstýrismanðurin í vinnumálum sett ein arbeiðsbólk, sum skal gera uppskot til heildarætlan. Bólkurin skal viðgera ítøkilig tiltøk, sum kunnu venda einari hóttandi fólkafráflyting til fólkavøkstur. Eisini Vinnuhúsið luttekur í hesum arbeiðsbólki.


Á síðuni www.vmr.fo/folkaflyting  ber nú til hjá øllum at koma við sínari áskoðan um, hvørji tiltøk eiga at vera sett í verk. Øll hava helst sínar tankar um, hvussu fólkavøkstur aftur verður skaptur í Føroyum. Teir tankarnar vil arbeiðsbólkurin fegin hava.


Arbeiðsbólkurin skal lata landsstýrismanninum sína frágreiðing og tilmæli í seinasta lagi tann 1. apríl 2013.