Hvat kostar tað fyri mammu? - spurningur til Kaj Leo

Eg spyrji fyri mammu mína, sum er sjúkrasystir og hevur pensjón við tilhoyrandi tryggingum í PKA, har hon hevur spart upp síðani 1966, tá hon byrjaði sum sjúkrasystranæmingur.


Mamma er 64 ár og einkja, og skuldi eftir ætlan fara frá við eftirløn um trý ár. Men longu um eitt ár missir hon sína trygging í PKA, tí henda dekkar bara í 12 mðr eftir, at mamma blívur hvílandi limur, sum hendir tá samgongan broytir skattingina av pensjónina hjá mammu.


Góði Kaj Leo, tú lovaði, at øll skuldu kenna seg trygg, áðrenn nakað verður broytt við pensjónunum hjá fólki. Mamma mín følir seg ikki trygga, hon er sera ótrygg. Tú skrivaði sjálvur í gjár á facebook, at løgmaður hevur eina stóra ábyrgd. Hetta er tín ábyrgd!


Mamma hevur valt Sambandsflokkin síðani hon fekk valrætt, tí tað føldi hon seg mest trygga við. Hon hevur spart upp til pensjón og trygging síðani hon byrjaði sum sjúkrasystranæmingur fyri 45 árum síðani. Tá pápi mín doyði 25. juni í ár var tað við vissuni um, at mamma hevði trygging og pensjón, hóast hon bleiv einsamøll. Og eg kann ikki lýsa við orðum, hvussu stóran týdning tað hevði fyri hann at vita, at mamma skuldi vera tryggjað, hóast hann fall frá.


Kann tú greiða mammu frá, hvørjar avleiðingarnar vera fyri hana?


- Hvussu nógv tað kemur at kosta fyri einstaka pensjónsuppspararan, sum er ein sjúkrarøktarfrøðingur sum í dag sparir upp hjá PKA, at tit flyta hennara pensjón til eitt pensjónsfelag í Føroyum?


- Hvat kostar tað í eyka umsiting, at hava tvær kontur í staðin fyri eina?


- Skal hetta rindast av teimum 40% sum er skattur, ella av hinum partinum (60%) áðrenn restin fer inn á uppsparingarkontuna?


- Hvat kostar ein nýggj heilsuváttan?


- Hvør skal rinda hesa?


- Hvønn mun ger tað fyri tryggingardekningin og -kostnaðin, at mamma nú skal gera heilsuváttan sum 64 ára gomul í staðin fyri tá hon meldaði seg inn í PKA sum 19 ára gomul?


Eg veit ikki svarini, og eg vóni tú kann upplýsa mammu um hetta. Vónandi kann tú gera tað áðrenn Løgtingið í morgin samtykkir broytingar í pensjónsskattingini endaliga?


Vinaliga


Flóvin Eidesgaard