Heimleiðis fundur 5. desember 2011: Mikael Lindholm, journalist, hevur júst skrivað bøkurnar “Den danske ledelseskanon”. Bøkurnar greiða frá 12 teimum stórstu leiðslu brøgdunum í Danmark síðan annan heimsbardaga. Fyritøkur sum eitt nú LEGO, ISS, Novo Nordisk, Maersk Line og JYSK hava tilsamans skapað meira enn 700.000 arbeiðspláss og eina sølu á fleiri 100 milliardir krónur.
Mikael Lindholm spyr í bókini, hvat uppskriftin til hetta er, og um her er nakað man kann læra nakað av?
Mikael Lindholm kemur til Føroya fyrst í desember og í tí sambandi hava Virðisbrævamarknaður Føroya og Vinnuhúsið heitt á hann, at greiða nærri frá um leiðslubrøgdini í Danmark.
Fundurin, sum er viðkomandi fyri allar leiðslur, verður í Vinnuhúsinum 5. desember klokkan 15:00 til 17:00 og er ókeypis.
Ver vælkomin.
Vinarliga melda til tiltakið á industry@industry.fo ella 309900.
Stutt um Mikael Lindholm:
Mikael Lindholm er stjóri fyri INNOVATIONinside, sum veitir ráðgeving til fyritøkur um innovationsmentan. Hann hevur millum annað ment tiltøk sum eitt nú Innovation Cup, Danmarks mest innovative virksomhed og Innovation Champion, øll tiltøk við endamálinum at styrkja tað innovativa arbeiðsplássið. Hann hevur skrivað fleiri bøkur um strategi, vøkstur og leiðslu, til dømis “Slip innovationen løs – Danmark som kreativ stormagt.” Mikael Lindholm er eisini fyrrverandi chefredaktør fyri Berlingske Nyhedsmagasin.