Hvar er anstændigheitin?

Man trýr tí ikki: Sambandsflokkurin stendur á odda fyri einum høgra-liberalistiskum politikki, ið hækkar pensjónsaldurin "overnight", rekur a-sosialan skattapolitikk og órógvar privatu pensjónsuppsparingarnar hjá fólki


 Saman við fíggjarkørmunum fyri komandi árini er eisini sveinastykkið hjá ABDH-samgonguni almannakunngjørt.


Hetta sær ikki hugaligt út.


Ikki tí.


Sumt er bæði gott og neyðugt. Til dømis er onkur veik ábending um, at tilfeingisgjald verður ásett, og at størri partur av rávøruni skal upp á land til virkingar í Føroyum. Vónandi verður tað gjøgnumført, men royndirnar vísa, at onki er víst.


Hinvegin er tað púra burturvið, at samgongan undir sambandsleiðslu vil hækka pensjónsaldurin "overnight" upp í 68, 69 ella 70 ár. Ongin veit rættiliga, hvør ið ætlanin er, og tað er eisini burturvið, tí tað skapar ótryggleika.


Afturat hesum kemur tað, sum frammanundan er lagt á borðið:


• Pensjónir skulu skattast við inngjald


• A-sosialur flatur skattur við nøkrum fáum knekkum er innførdur


Óanstændugt


Fyri at siga sum er, hoyrir hesin politikkurin ikki heima har, ið ein sosial-liberalur Sambandsflokkur hevur leiðsluna.


Tað er óanstændugt, at henda samgongan vil rykkja teppið undan teimum mongu, sum standa til at fara á fólkapensjón komandi árini. Soleiðis kann man ikki fara við fólki.


Broytingar í pensjónsaldrinum í einum samfelag krevja eina serstakliga góða umrøðu í almenninginum. Broytingar mugu eisini fremjast varliga yvir eitt rímiligt áramál, so fólk hava høvi at leggja sær lívið til rættis eftir grundleggjandi broyttum umstøðum.


At geva fólki eina 9 mánaðar freist hoyrir ongastaðni heima.


Rokning fyri ørðvitisskapin fullveldisárini


Andstøðan í Løgtinginum stendur í hesum døgum á síðulinjuni og finst at. Á ein hátt er tað skiljandi, men í grundini er hetta at finnast at sær sjálvum.


Sparingarnar, ið nú raka, eru fyri stóran part avleiðing av, at fullveldisstýrið í óðum verkum - eisini "overnight" - skar burtur ein stóran part av Ríkisveitingini, ið er tryggasta inntøka Føroya.


Roknar man eftir, so hevur niðurskurðurin av Ríkisveitingini við ársenda kostað føroyingum 5 milliardir og 95 milliónir krónur.


Sum kunnugt sótu Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg við valdið í 2002, tá skerjingin varð framd.


Høvdu hesir - Føroya dýrastu dreingir og flokkar teirra - hildið fingrarnar burtur frá tryggu inntøkunum, hevði Ríkisveitingin í dag verið 1 milliard og 258 milliónir árliga. Í staðin er hon 624 mió. kr. um árið.


Nú sláa avleiðingarnar ígjøgnum, og tað skulu fullveldisflokkarnir taka sær stórsta partin av ábyrgdini av.


Hetta er ikki mátin Sanniliga hava fólk verið ávarað um tað, ið nú fer at henda fíggjarliga. Saman við øðrum hevur undirritaði frá fyrsta degi og áhaldandi ávarað um rokningina, ið fór at koma - og nú er hon her.


Upptakið eftir fíggjarliga ørðvitisskapin fullveldisárini skal sjálvandi fáast frá hondini, men hetta er ikki mátin.


Tiltøkini, sum høgraliberalistiski flokkurin í landsstýrinum hevur lagt fram, eru ikki í familju við sambandspolitikk. At trýsta komandi pensjónistar, fara eftir pensjónum og at reka a-sosialan skattapolitikk er ikki tað, ið Sambandsflokkurin skal standa fyri.


Eitt er, at bygnaðarbroytingar krevjast, men hetta er ikki mátin.


Her eru aðrir møguleikar:


• Skipa fiskivinnuna burðardygt


• Løgmaður skal taka konfliktina við ES og Noreg á sítt egna borð og enda hana, so fiskiflotin fær annað og meira enn makrel at dúva uppá. Ein kjansur er, nú Jens Stoltenberg kemur at vitja


• Útnytta ótømdar møguleikar í fjarfiskiskapi – og fáa fyrimunirnar heim til føroyska vinnu


• Vinn Føroyum ein sess innan fyri ES-garðin – saman við Danmark. Har er marknaðurin, og har tjena vit pengarnar


• Burtur við øllum dupultfunktiónum


• Sker aðalráð burtur og legg onnur saman


• Burtur við dýru uttanríkistænastuni, hvørs kostnaður er tekin um, at rationaliseringar í gamla Uttanríkisráðnum framvegis ikki eru framdar


• Stong sendistovurnar í London og Reykjavík og brúka uttanríkistænastuna í Ríkinum. Hon er har til tað sama


• Steðga øllum yvirtøkum. Tær kosta pengar, sum ikki eru til


• Burtur við øllum óneyðugum politiskum "bringuprýði" frá fullveldistíðini. Tað tyngir fíggjarlógina og kostar vælferð


• Strika vegleiðandi fólkaatkvøðuna um kommunusamanleggingar, og gjøgnumføra samanleggingar við lóg, so nakrir fáir sterkir kraftdeplar spyrjast burturúr


• Nógv færri og betri skúlar


• Eitt sentralsjúkrahús fyri øll undir somu leiðslu


Við røttum politiskum handverki ber væl til at hækka Ríkisveitingina, so hon kemur aftur á eitt rímiligt støði


Her er nokk at arbeiða við uttan at fara eftir komandi pensjónistum, pensjónum hjá fólki og at reka a-sosialan skattapolitikk.


Víðgongdi høgraliberalistiski politikkurin má steðga, áðrenn tað seinasta av anstændigheit í politisku skipanini hvørvur.


Edmund Joensen


fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin