Hungursleikirnir

At vinna merkir heiður og æru. At tapa deyða. Hungurleikirnir eru byrjaðir ...


Nýggja ungdómsbókin frá Bókadeildini, Hungursleikirnir eftir Suzanne Collins, var mest selda bók í USA í 2011! Hungursleikirnir er fyrsta bókin í sera vælumtókta og víðagitna tríverkinum The hunger Games.


Tær tríggjar bøkurnar í røðini Hungurleikir lógu nummar 1, 2 og 3 á bestseljaralistum í USA í 2011. Hetta er bara hent einaferð áður, tá ið bøkurnar hjá Stieg Larson megnaðu sama bragdið. Samstundis er Suzanne Collins fyrsti barna­ og ung­ dómsbókarithøvundurin, sum hevur selt fleiri enn eina millión e­bøkur á Amazon Kindle.


Bókin Hungursleikirnir


Hungursleikirnir fara fram einaferð í framtíðini í landinum Panem, har Norðuramerika einaferð var. Í Panem er glæsuligi býurin Capitol umgyrdur av tólv fátækum sýslum. Stýrið í Capitol er harðrent og miskunnarleyst og heldur sýslunum niðri við at noyða tær allar at senda ein drong og eina gentu ímillum tólv og átjan ár til Hungursleikirnar, sum eru á hvørjum ári. Her skulu tey stríðast, til øll uttan ein liggja eftirá, og alt verður sent beinleiðis í sjónvarpi – besta Big Brother stíli!


Sekstan ára gamla Katniss Everdeen sær tað sum ein deyðadóm, tá ið hon tekur plássið hjá yngru systrini í leikunum. Men Katniss hevur verið nær deyðanum fyrr og at stríðast fyri at yvirliva, er henni ikki fremmant. Hon mennist í stríðnum, men skal hon vinna, noyðist hon at taka avgerðir, sum viga viljan at liva upp ímóti miskunnsemi og lív upp ímóti kærleika.


Bókin er 374 blaðsíðir og er heft við klaffum. Bergur Rasmussen týddi. Næsta bókin í røðini kemur í heyst.


Filmurin The Hunger Games


Bókarøðin verður eisini gjørd til film, og fyrsti filmurin hevur frumsýning í Havnar Bio longu tann 22. mars.