Humanisma og kristindómur

Ein av teimum, sum er uppvaksin í almenna kringvarpinum, og sum javnan hevur úf-mikrofonirnar í hondini, er altíð klárur, tá ið høvið bíðst, at stinga við penninum eftir fíggindanum - eftir kristnini - honum hóvar ikki hesi, og tað hevur hann sjálvandi rætt til.

Maðurin so hjartans fegin, tí hann hevur hoyrt um, at onkur kristin hevði vent um og er farin aftur til: ”menniskja fyrst, kristin so.” Hetta er so humanisman sjálv. Humanisturin sigur, at menniskja er fremst, hon er alvaldandi og hevur størsta kunnleikan. Hon er sjálv Guð og setur sínar egnu lógir í gildið – eisini um tær eru í stríð við Guðs lóg. Kristindómurin harafturímóti sigur tað øvuta, at Guð er tann fyrsti, hann er Harrin og tey kristnu eru tænarar hansara.

Humanisman byggir á kenslurnar og leggur dent á, at menniskjan er góð innast inni, at menniskja er ment at bjarga sær sjálvari. Høvuðsfatan hennara er, at samfelagið hevur skapt tað skeiva og ónda, men fær humanisman, altso fáa vit broytt samfelagið, so gerst vit øll góð.

Onnur vilja vera við, at kristindómur og humanisma eru tað sama. Jú, tey kunnu kanska møtast á markinum millum ”bæði londini”, har tey kunnu líkjast nakað, tá ið tað snýr seg um at inna onkrar góðar gerðir og annað, men so skiljast vegirnir. Meðan humanisman setir menniskja í miðdepilin, setur kristindómurin Guð í miðdepilin, og kristindómurin sigur, at menniskjan er ikki góð innast inni, hon er í sær sjálvum glatað, og tí tørvar henni ein bjargingarmann, sum ikki er av hesum heimi.

Vit eiga øll at gera tað góða móti hvørjum øðrum og fyri hvønn annan. Men halda vit, at vit við okkara egna rættvísi og okkara góðu gerningar gerast sæl, eru vit farin heilt skeiv.

Ongastaðni biður Jesus okkum fylgja okkara kenslum, hann biðjur okkum fylgja sær.

Halgabók setur týðiligt mark millum holdsins verk og andans ávøkstur. Holdsins verk eru opinlýs, og títt og mítt hold kennir væl til tey. Allan dagin hoyra vit í miðlunum um tey verk, menniskjan fremur kring heimin, og miðlarnir trívast best, ella bara, við at leita eftir og siga frá tí, ið neiligt er. Í halgubók lesa vit, at menniskjan elskar myrkri meira enn ljósið.

Tíðindi um andans ávøkstur hoyra vit ikki nógv um í somu miðlum.

Tosað verður um verk og um ávøkstur. Verk er tað, ið vit natúrliga fremja, meðan ávøkstur eru fruktir, sum vit ikki kunnu skapa sjálv, tær vaksa av sær sjálvum. Talan er tí um framleiðslu og um frukt. Væl royna vit við egnari megi og góðum gerningum, at skapa ein betri heim, sum vit eisini eiga at gera, men vit megna tað bara ikki við egnum mátti, tað misseydnast í heilum.

Góðir gerningar gera ikki ein mann góðan, men ein góður maður ger góðar gerningar, verður tikið til.Ein kristin skal ikki vita av, at hann hevur gjørt væl. Gerningar hansara eiga at vera fruktir, og ikki verk, ið hann hevur skrivað sær niður at vísa fram og reypa av. Jesus sigur einastaðni: ”eg var svangur, og tit góvu mær at eta; eg var tystur, og tit góvu mær at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær; eg var nakin, og tit klæddu meg; eg var sjúkur, og tit vitjaðu meg; eg sat í fangahúsi, og tit komu at finna meg.» Tá munnu hini rættvísu svara honum og siga: «Harri, nær sóu vit teg svangan og góvu tær at eta, ella tystan og góvu tær at drekka? Nær sóu vit teg ókunnigan og hýstu tær, ella naknan og klæddu teg? Nær sóu vit teg sjúkan ella í fangahúsi og komu at finna teg?» Og kongurin skal svara og siga við tey:

«Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.”

So høvdu tey ikki notera tað niður til framsýning og reyp – tey vistu ikki av í.

John S. Myllhamar