Hugnakvøld í byrjunardeildini

Hóskvøldið 8. desember 2011, hevði byrjanardeildin í Stranda Skúla, bjóðað foreldrum, systkjum, ommum og abbum til jólahugna í skúlanum.


Fyrr í heyst høvdu tey evnisviku, har tey gjørdu eina bygd, sum eisini verður brúkt til undirvísing í náttúru og tøkni. Hendan bygdin varð framsýnt í gjár. Børnini sungu og spældu sjónleik.


Eisini seldu tey kaffi, piparnøtur og vafflur. Peningurin, ið kom inn fyri søluna fer óskerdur til "Í menniskjum góður tokki"


Kelda: www.sjovarkommuna.fo