Tey á dagstovninum á Hamrinum hava í eina tíð arbeitt við eini verkætlan, ið eitur Hugaheimur – Hugasteinur. Í morgin, týsdagin 12. juni frá kl. 9:30, fara starvsfólk og børn at liva seg inn í ein annan heim og hava eina rimmar summarveistlu í einum veistluskrýddum garði. Nógv ymiskt verður á skránni. Endað verður við foreldrakaffi.
Hetta verður eisini ein háttur hjá starvsfólkunum at seta fokus á fakið, nú fakfelagið er vorðið 30 ár.
Á skránni verður:
Summartónleikur úr stórum fløguspælara
Innandura frumskógur
Bóltkast í holveggir
Ævintýrafrásøgn í tjaldinum
Ríðing á hestum á skafti ( Kappar o. líkn.)
Zumba
Spennandi innslag, ið er ókent fyri okkum
Søgan um Gruffalo verður lisin ímillum trøini
Grill: pylsur og sneisabreyð
Foreldrakaffi kl 15:00-16:30.
Kelda: www.torshavn.fo