Hugleiðingar, 30 ár á egnum veingjum
.... er ein samandráttur av hendingum sum fóru fram fyri meira enn 30 árum síðani, og sum sigur frá tilgongdini í sambandi við tá tjóðarflogfelag Føroyinga var sett á stovn, umframt tær hendingar sum vóru partar av menningarætlanini at menna Vágarnar sum í dag ikki longur verður roknaður sum útjaðaraøki, men partur av miðstaðarøkinum:
Menningarætlanin fyri VÁGAR fevndi um:
√ Stovnan av flogfelag
√ Bygging av hangari
√ Bygging av undirsjóvartunli um Vestmannasund
√ Yvirtóku tyrlu konsessiónir 02.10-1985
√ Keyp av tyrlu úr USA (Serligar orsøkir: “leasa”)
√ Flyting av Tyrludeildini hjá SL til Vágar
√ Bygging av farmahøll
√ Bygging av ferðamannabáti til Mykinesar
√ Útbygging av flogvøllinum
Tað ber til hjá almennu politisku skipanini, at menna økir í landinum sum eru afturútsigld.