Í røðini: ”Hondbóltsprofilar til orðanna” er tað Hannis P. Wardum, sum hevur orðið.
”Eg eri føddur 9. januar 1967 í Havn, har eg eisini vaks upp. Fyrstu 5 árini í Eysturbýnum og síðani fluttu vit í Vesturbýin at búgva. Allur fólkaskúlin varð gingin í Venjingarskúlanum.
Eg var umleið 10-12 ára gamal, tá eg byrjaði at leika hondbólt. Tað vóru nokk mínir fótbóltsvinir í HB, sum fingu meg at byrja í Kyndli, sjálvt um familjan “hoyrdi” til Neistan.”
Les meira á www.hsf.fo
Vegna HSF
Jón Kragesteen