Høvuðsstaðurin sum ferðavinnubýur

Tórshavnar Kommuna ger rætt í at leggja stórar ætlanir fyri høvuðsstaðin sum ráðstevnubý og tí er tað sjálvsagt, at kommunan eisini tekur stig til at byggja nýggju multihøllina, eina høll, sum fer at gagna ferðavinnuni um alt landið

Tørvur á nýggjum og fleiri vinnu-ferðatilboðnum
Tað er at frøast yvir, at tað grør um gangandi fót í ferðavinnu okkara. Nú sæst eisini, at kósin, sum var sett fyri ferðavinnuna í 2011/2012 var røtt, ikki minst takkað verið teimum sera dugnaligu fólkunum, ið hava marknaðarført Føroyar sum ferðamannaland seinastu árini

Tann parturin av ferðavinnuni, sum kallast MICE-ferðavinna, sum stendur fyri Meetings, Incentives, Conferences og Events er framvegis komin sera stutt her í Føroyum. Men júst hesin parturin av vinnuni, er uttan iva tann parturin, sum hevur størst menningarmøguleikar.

Vit eiga at halda fram við at gera miðvíst arbeiði fyri at fáa enn fleiri ráðstevnur, fundir og tiltøk til Føroya - tí hetta slagið av ferðafólki leggur meiri eftir seg enn vanlig ferðandi. Kanningar í t.d. Danmark vísa, at ein vinnuferðandi brúkar umleið 3.300 kr. um samdøgrið, í mun til ein vanligan ferðandi, sum brúkar umleið 1.200 kr. Eisini er hetta slag av ferðafólki við til at skapa vinnulig og faklig netverk og vitan.

Við øðrum orðum so leggur vinnu-ferðavinnan - ráðstevnur, fundir og onnur tiltøk - fleiri ferðir so nógv av peningi eftir seg, fyri hvønn vitjandi, í mun til tað, sum vanlig ferðafólk gera. Júst tí eigur málið at vera at fáa ferðavinnuna at vera heilársvinnu og ikki bara standa í blóma frá apríl til einaferð í september. Fáa vit skapt røttu karmarnar um vinnu-ferðavinnuna verður henda við til at skapa nógv nýggj og ikki minst støðug arbeiðspláss.

Tá eg tosi um karmar, so meini eg við enn fleiri gistingarmøguleikar til nógv fleiri fólk enn tey 200-300, sum kømur eru til í dag á 3 og 4 stjørnu hotellum. Vit skulu hava enn fleiri 4 stjørnu gistingarmøguleikar og tað, sum er minst líka týdningarmikið sum gistingarhúsini er, at umstøðurnar til ráðstevnur og stór tiltøk vera nógv betri. Tað eru slíkar umstøður, sum útlendskar fyritøkur, áhugafeløg og myndugleikar eftirlýsa, tí tey vilja fegin koma til serstøk og fjarskotin støð sum Føroyar at halda teirra fundir og tiltøk.

Multihøll í høvuðsstaðnum
Tórshavnar Kommuna kann gera stóran mun á hesum øki, um tey gera tingini rætt. Her hugsi eg serliga um ta ætlaðu multihøllina, sum kommunan ætlar sær at byggja. Ein slík multihøll kann vera við til at skapa góðar karmar til størri ráðstevnur, ítróttartiltøk og onnur altjóða tiltøk.

Nú um dagarnir frættist, at ein sendinevnd við umboðum fyri Tórshavnar Kommunu høvdu verið i Dubai saman við Visit Faroe Islands og umboðum fyri vinnu-ferðavinnu aktørar og kunnað seg um ráðstevnuferðavinnuna. Hetta er at frøast um, tí so hava tey uttan iva bæði sæð, og fingið at vita, hvussu stórir møguleikarnir eru í hesum partinum av ferðavinnuni - og hvat skal til fyri, at Tórshavn og Føroyar kunnu verða áhugaverdar og ikki minst, hvat skal til av íløgum og tilboðum, skulu vit bjóða okkum fram at hýsa stórum tiltøkum.

Tað er ein upplagdur møguleiki at gera eina multihøll, ið kann hýsa øllum hugsandi altjóða ítróttartiltøkum, men sum eisini eigur at kunna hýsa stórum mentanartiltøkum og altjóða ráðstevnum. Fáa vit hesa høll, ganga helst ikki nógv ár, áðrenn dugnaligu ferðavinnufólk fylla høllina við tiltøkum, tað verið seg HM ella EM kappingar ella altjóða læknaráðstevnur. Verður rætt atborið, so verður neyvan vika har ikki stór tiltøk vera í Føroyum. Tað fer at hava stóra ávirkan og ringvirkningar um alt landið, ikki bara til Havnina.

Við slíkari høll, kunnu Føroyar bjóða seg fram at hava, ikki einans 3-400 fólk sum maksimum, men fleiri enn 1.000 vitjandi til ráðstevnur og tiltøk - og tað hevði gjørt allan munin.

Tað er at smíða meðan jarnið er heitt og tað vóni eg eisini, at Tórshavnar Kommuna fer at gera.

Johan Dahl