Hømulia og sýra

16. december 2011 Føroyski plantufrøðingurin Jóhannes Jóhansen (1937-1995) gjørdi pollenkanningar frá tíðarsekiðinum 600-700 e. Kr. á Mykinesi, og har fann hann millum annað havru og pollen frá hømiliu. Út frá steinrenningum sást at talan var um stórrukkuta hømiliu (Rumex longifolius) og kubbuta hømiliu (R. obtusifolius). Jóhannes kallar hømiliurnar fyri ókrút, men tað er eisini sannlíkt at tær eru innfluttar sum nyttuplantur.


Í donskum keldum frá miðøld verður heitið ”hømilia” nýtt um nógvar av teimum stóru hømiliunum, eins væl og leggsýru (R. acetosa) og hundasýru (R. acetosella). Fræ frá hesum báðum seinnu var funnið í maganum á Tollundmanninum. (Tollundmaðurin varð funnin í einum mosa nær við Tollund í Jyllandi. Hann livdi 3-400 ár f. Kr.). Donsku miðaldarkeldurnar hava nógvar uppskriftir uppá hvussu man kundi nýta hømiliu bæði sum salat- og kryddurt, sum pínustillandi, og ímóti hørðum lívi (forstoppilsi). Fræ av hømilium og sýrum hava eisini verið blandað saman við breyðkorni, fyri at drýggja kornið.


Tað ber illa til at siga hvørt hømiliurnar vórðu innfluttar ella innsløddar, men tær komu til landið einaferð um 600-700 e.Kr. Norðbúgvar høvdu eisini stórrukkuta hømiliu við sær til Grønlands. Sambært danska etnoplantufrøðinginum, Bernt Løjtnant, er eingin ivi um at hømuliur hava verið gagnplantur. Kubbut hømilia var nýtt til salat, og rótin varð eisini etin. Hon er eitt sindur beisk, men beiski smakkurin fer, tá hon verður kókað. Stórrukkut hømilia kann nýtast sum salat- og spinatplanta. Báðar hava eisini verið nýttar sum læknaplantur.


Kubbut hømilia og stórrukkut hømilia vaksa stórt sæð í øllum bygdum í Føroyum. Tær eru millum týdningarmestu plantur, tá tað ræður um at vísa á miðaldar- og víkingabúðsetingar.


Sambært ”Gomul føroysk heimaráð” eftir R.K. Rasmussen varð hømilia nýtt móti bruna, rósin og móti gulusótt. Ansast skuldi tó eftir, tí rótin á hømiliu kundi elva til gulusótt. Bæði hømilia og sýra vórðu nýtt móti kolubrandi. Akslaslíðrin (ochrea), sum er ein hinna, ið liggur um stelkin á plantuni, varð lagdur á sár og brunasár.