Høllin á Hálsi

Ein stórur gleðiligur dagur í gjár, nú útbyggingin av Ítróttarhøllini á Hálsi er liðug. Tað var í mai 2016, at spakin varð settur í, og henda útbygging fór í gongd. Við hesi útbygging hava borðtennis og judo eisini fingið innivist í høllini, sum var hart tiltrongt. 

Tíðindaskriv:

Við hesi útbygging fær høllin tveir nýggjar innandura vallir og sjálvandi ein miðvøll, sum skal nýtast til stórdystir og alheims kappingar av ymiskum slag. Her verða eisini nýggj flytilig áskoðarapláss sett upp aftan fyri bæði málini, eins og áskoðaraplássini á eystara síða av høllini verða nútímansgjørd.

Eg gleðist um, at alt hetta arbeiðið hevur gingið so væl, og at býráðið saman við ítróttafeløgum og borgarum í dag kunnu taka “nýggju” høllina í brúk. 

Ein stór tøkk til arbeiðstakarar, handverkarar og arbeiðsfólk fyri vala arbeiði. 

Heðin Mortensen
býráðslimur