Høgur oljuprísur ávirkar úrslitið hjá Atlantic Airways

Atlantic Airways: Atlantic Airways hevði 4,3 mió. kr. í halli eftir skatt fyrsta ársfjórðing í 2012 samanborið við 2,1 mió. kr. í halli fyrsta ársfjórðing í fjør. Fyrsti ársfjórðingur er vanliga lakur, men í ár var hann søguligur, tí tá fór Airbus-flogfarið í regluliga rutuflúgving millum Føroyar og Danmark Høgir oljuprísir, útreiðslur í sambandi við Airbus-flogfarið og minkandi virksemi í leiguflúgvingini høvdu við sær, at úrslitið fyrsta ársfjórðing í ár gjørdist heldur lakari enn í fjør.


Rutuflúgvingin øktist tó. Samlaða sølan vaks úr 84 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í fjør upp í 91 mió. kr. sama tíðarskeið í ár.


”Tað er altíð tungt at fáa endarnar at røkka saman í vetrarhálvuni, og so var eisini hesaferð.


Vit hava kortini vónir um betri úrslit sum frálíður, men høgi oljuprísurin er kortini ein støðug avbjóðing,” sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.


Farnu mánaðirnar hava verið søguligir hjá felagnum. Tann 28. mars varð nýggja Airbus 319- flogfarið sett í flúgving. Samstundis tók felagið sum fyrsta felag í Evropa í nýtslu navigatiónsskipanina RNP AR 0.1, sum økir um trygd og reglusemi við fráferð og lending.


"Tá Airbus-flogfarið varð sett í flúgving, minkaði oljukostnaðurin fyri hvønn ferðandi, og nýggj prísskipan varð stutt frammanundan sett í gildi. Hesi átøk høvdu gildi so stutt fyrsta ársfjórðing, at ávirkanin av teimum sæst ikki fyrr enn annan ársfjórðing," sigur Magni Arge.


Airbus 319-flogfarið fer í høvuðsheitum at verða brúkt á leiðini til Danmarkar, men í summar skal flogfarið eisini flúgva beinleiðis til Barcelona.


"Sjálv flúgvingin við Airbus-flogfarinum hevur riggað sær væl, og ferðafólkini hava verið fegin um flogfarið. Vit gleða okkum til næstu avbjóðingarnar bæði viðvíkjandi rutuflúgving og leiguflúgving," sigur Magni Arge.


Serliga Noreg sum stendur fyri tørni í næstum, tí Atlantic Airways fer at flúgva alt árið til Bergen. “Felagið hevur gjørt av at leingja summarflúgvingina til Bergen, so hon røkkur fram til endan av oktober. Í vetur er ætlanin at flúgva umvegis Bergen á farleiðini til Billund tvær ferðir um vikuna,” sigur Magni Arge.