Høgni Krossteig Nielsen 20 ára starvsdag

Høgni, sum er gravari og sera vællýddur leiðari fyri kirkjugarðarnar við Velbastaðvegin, Kirkjubø og Kaldbak, var til lítla samkomu á Ráðhúsinum í dag, har borgarstjórin handaði honum gávu í sambandi við 20 ára starvsdagin.


Høgni hevur annars arbeitt á lendisdeildini í mong ár. Hann hevur gjøgnum árini luttikið í øllum arbeiði í kirkjugarðinum og er eitt álit, tá tað snýr seg um rættar mannagongdir í sambandi við alt, tað sum fer fram í samband við jarðarferðir og dagligan rakstur og fyriskipan av kirkjugørðum.


Borgarstjórin vísti í stuttari røðu á, hvussu ómetaliga stóran týdning tað hevði, at kommunan á júst hesum øki hevði fólk, sum øll altíð kundu seta sítt álit á, at alt bleiv fyriskipað á rættan hátt og rætt frágingið.


Høgni hevur havt fjølbroytt arbeiði. Mong kenna hann sum førara á líkvogninum gjøgnum fleiri ár, hann hevur verið maskinførari og havt røktararbeiði í Viðalundini. Frá 2008 hevur hann verið gravari og leiðari fyri kirkjugarðarnar.