Høgi prísurin fyri flatskattin

SAMTAK: Høgi prísurin fyri flatskattin sæst aftur í fíggjarlógini og fíggjarkørmunum fyru komandi árini. Uttan fyrilit og púra tilvitað er samgongan ígongd við at skapa eitt stættarsamfelag, har tey taka frá teimum sum hava minst og geva til tey sum hava ríkiligt frammanundan. Fíggjarkarmarnar bera boð um, at tey enn einaferð leggjast eftir teimum veikastu í samfelagnum.


Fíggjarkarmur samgongurinar er ein samfelagslig og sosialpolitisk gøla, sum bara skundar undir fráflyting, eitt verri samfelag og djúpari kreppu.


Fyri eitt lítið land sum Føroyar, har fólk eru sera flytbar, er tað sera týdningarmikið, at vit hava eitt gott alment trygdarnet, soleiðis at vit kunna halda uppá týdningarmiklasta tilfeingi vit hava – nevniliga fólkið. Her hava øll virði óansæð eyðkenni ella frábregði.


Hesum tykist sitandi ABDH samgongan tó ikki at leggja nakað í, tí í fíggjarlógini fyri 2012, og í fíggjarkørmunum hjá samgonguni fyri komandi árini síggja vit eina sosialpolitiska gølu fyri og aðra eftir.


Talan er í grundini um so grundleggjandi skerjingar, at vit – um vit ikki steðga hesi kós – fara at fáa eitt grundleggjandi øðrvísi samfelag, sum ikki leggur í, um fólk fáa lívbjargað sær og sínum familjum.


Veitingar lækka


Pensjónistar, fyritíðarpensjónistar, sálarsjúk og onnur, sum eru bundin av veitingum frá tí almenna hava kent sviðan og fara at kenna uppaftur størri sviðja í komandi árunum.


Síðani 1998 er grundarupphæddin í fólkapensjónini staðið í stað - hetta merkist serliga hjá teimum sum fáa forsorg. Og nú verða ongar veitingar javnaðar, so at tey sum frammanundan eru ringast fyri fara at gerast verri fyri.


ABDH Samfelagið


Tað samfelagið, sum ABDH leggur lunnar undir, er eitt samfelag merkt av stórum gjáum og ójavnvági, sum fer at hava ilt við at rúma øllum føroyingum. Tey sum fara at hava brúk fyri vælferð, góðum almanna- og heilsuskipanum mugu helst leita sær í annað Norðurland at búgva, tí í Føroyum eru vit byrjaði at avtaka vælferðarsamfelagið fyri ØLL.


Í Føroyum vilja vit sambært ABDH doktrinunum heldur lata til tey sum hava nóg mikið frammanundan, og taka frá teimum, sum ikki hava so nógv. Hetta var týðiliga víst í desember, tá ið nýggj skattalóg og pensjónsskattur var innførdur. Fíggjarkarmurin, sum var framlagdur seinasta fríggjadag ber á sama bógv. Skerjingar og umbýti av virðum so tey vælbjargaðu fáa meir.