HMR: Lættari at fáa endurgjald

Nú verður lættari hjá føroyskum sjúklingum og eftirsitandi hjá sjúklingum at fáa endurgjald, um sjúklingur hevur fingið skaða av kanning ella viðgerð í heilsuverkinum. Stutt fyri árslok kom ”lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet” í gildi í Føroyum.


Nýggja sjúklingatryggingin fevnir um allar kanningar og viðgerðir, sum verða framdar av løggildum heilsustarvsfólkum. Hon fevnir eisini um øll viðgerðarstøð, har løggild heilsustarvsfólk starvast.


-Fyri sjúklingin er hetta eitt risafet. Heldur enn at fara tungu og kostnaðarmiklu leiðina gjøgnum rættarskipanina, hava vit fingið eina skipan, sum ger tað nógv lættari hjá sjúklinginum og eftirsitandi fáa endurgjald, um sjúklingur hevur fingið skaða av kanning ella viðgerð í heilsuverkinum. Hetta styrkir munandi um rættarstøðuna hjá føroyska sjúklinginum, heldur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.


Sjúklingar ella eftirsitandi, sum halda seg hava rætt til endurgjald, skulu fráboða skaðan til danska stovnin Patientforsikringen. Øll heilsustarvsfólk hava skyldu til at hjálpa og vegleiða sjúklingar, tá ið ein skaði skal fráboðast. Við øðrum orðum ber altíð til at spyrja t.d kommunulæknan um ráð.


Patientforsikringin tekur í fyrsta lagi støðu til, hvørt talan er um viðgerðarskaða ella heilivágsskaða og í øðrum lagi atlit til, um talan er um skaða, sum gevur rætt til endurgjald. Í triðja lagi tekur Patientforsikringen støðu til støddina á endurgjaldinum. Endurgjald verður bert latið, um endurgjaldsupphæddin er hægri enn 10.000 krónur og 3.000 krónur fyri ávikavist viðgerðarskaða og heilivágsskaða.


Nærri upplýsing um nýggju sjúklingatryggingina fæst á heimasíðuni hjá Patientforsikringen www.patientforsikringen.dk og á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum www.hmr.fo.