H.K.T. Krúnprinsurin vitjar Sjóvinnuhúsið

Í sambandi við
almennu krónprinsavitjanina 23.-26. august seta Ungt virki og Fróðskaparsetur
Føroya íverksetaraumhvørvið í miðdepilin, tá ið H.K.T. Krúnprinsurin vitjar Sjóvinnuhúsið,
har hann fer at heilsa uppá íverksetarar og handa eina virðisløn til vinnaran
av Creative Business Cup 2018.



 



Hósdagin 23.
august verða Fróðskaparsetrið og nýggja Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum karmur um
føroyska partin av Creative Business Cup, ið er ein kapping millum
íverksetarar. Vinnarin umboðar Føroyar í altjóða Creative Business Cup
kappingini, ið verður í Keypmannahavn í november.



 



H.K.T.
Krúnprinsurin vitjar í hesum sambandinum Fróðskaparsetrið og
nýskapanarumhvørvið á Vestaru bryggju. Har fer hann at kunna seg um íverksetan
í Føroyum, hitta tvær fyritøkur í Hugskotinum, SafeFriend og TechCare, umframt
næmingafyritøkur, ið hava luttikið í íverksetaratiltakinum Ungum virki.



 



Ungt virki verður
fyriskipað á føroyskum miðnámsskúlum á hvørjum ári og næmingafyritøkurnar, ið
fara at hitta H.K.T. Krúnprinsin, eru Faroe Sea Beauty, sum vann føroyska
meistaraheitið í 2018 og Faroese Sea Salt, sum vann bæði føroyska og danska
meistaraheitið í 2013.



 



Vitjanin endar
við, at H.K.T. Krúnprinsurin handar virðislønina til vinnaran av Creative
Business Cup 2018.



 



Styrkja
íverksetan í Føroyum



Í sambandi við
tiltakið sigur Ólavur Ellefsen, stýrisformaður á Fróðskaparsetrinum:



 



-        Fróðskaparsetrið
er júst flutt inn í Sjóvinnuhúsið, har vit húsast saman við Hugskotinum og
einum brúsandi íverksetanarumhvørvi. Eitt av málunum er at styrkja um
vitanargrundarlagið og nýskapanarførleikarnar í Føroyum, soleiðis at vit menna
nýggjar vinnur og fáa fleiri væleydnaðar fyritøkur.



Men hvussu kunnu
vit fáa fleiri føroyingar at stovna egna fyritøku? Sambært Christian
Vintergaard, stjóra í Fonden for Entreprenørskab, er svarið at finna í
útbúgvingarskipanini:



 



-        Undirvísing
í íverksetan er við til at læra børn og ung at hugsa kreativt, síggja
møguleikar og  fremja hugskot í verki. Vit vita, at undirvísing í
íverksetan er við til at økja um hugin hjá ungum at stovna egna fyritøku.



Fakta



Ungt virki er
partur av Fonden for Entreprenørskab, sum er ein privatur vinnurekandi grunnur,
ið hevur til endamáls at menna undirvísing í íverksetan í útbúgvingarskipanini.
Fonden for Entreprenørskab hevur høvuðsskrivstovu í Odense og harafturat seks
økisskrivstovur í Danmark, eina í Føroyum (Ungt virki) og eina í Grønlandi. Les
meira her: http://www.ffe-ye.dk



 



Creative Business
Cup er ein altjóða íverksetarakapping, sum verður fyriskipað á hvørjum ári, og
har øll við einum kreativum hugskoti kunnu luttaka. Fyriskiparar í Føroyum eru
Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Fróðskaparsetur Føroya og Hugskotið. Les meira
her: https://www.nyskapan.org/creativebusinesscup