Fyrispurningur um hjáveiðiprosent, settur Johan Dahl, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a) Kári P. Højgaard, løgtingsmaður
1. Kann landsstýrismaðurin útgreina, hví hann, hóast Fiskivinnuráðið frámælti, av sínum eintingum hækkaði hjáveiðiprosentið hjá teimum, sum fiska makrel, úr 5 upp í 12%?
2. Tá skip liggja við kai, tí tey hava mist fiskiloyvi ávíst tíðarskeið fyri brot á hjáveiðihámarkið 5%, heldur landsstýrismaðurin so, at hesi revsaðu skipini eru javnstillað, um onnur brádliga við einari kunngerð kunnu hava upp til 12% hjáveiðu?
3. Heldur landsstýrismaðurin, at hækkanin av hjáveiðiprosentinum fylgir lívfrøðiligu ásetingunum um burðardygga veiðu, sum “Makrelsamgongan” hevur undirskrivað?
4. Hevur landsstýrismaðurin ikki ein habilitetstrupulleika, tá ið hann ásetir og lýsir hesa kunngerð og fyrr hevur víst til, at hann vegna gegnistrupulleika ikki kundi viðgera umsókn frá sama reiðaríi, sum nú fær ágóðan av broyttu kunngerðini?
5. Er tað rætt, at eitt fiskiloyvi í bólki 5 kann vera grundarlagið fyri at uppkeypa størsta partin av makrelinum?
6. Um høvuðsendamálið við søluni er, at fáa mest møguligar pengar í almenna kassan, hví ikki opna hurðina á víðan vegg og selja beinleiðis til útlendingar, tá fullvitan er um, at tað eru útlendingar, sum standa aftanfyri?
7. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta ásetingarnar í § 7 í lógini um vinnuligan fiskiskap, har kravið um, at útlendingar hægst kunnu eiga ein triðing í føroyskum fiskiskipum, verður slept?
8. Hvørjum verður økta hjáveiðiprosentið av sild lutað burturav? Verður nøgdin mótroknað næsta ár, og hvør verður avleiðingin fyri skipabólkarnar, sum eru í pelagisku vinnuni?
9. Kann landsstýrismaðurin útgreina møguligar avleiðingar av makrelfiskiskapinum, nú samráðast skal um fiskiveiðiavtalur við onnur lond?
10. Uppboðssøluprísurin er kunnugur, men ber til at fáa eina uppgerð yvir kostnaðin, havandi í huga og mótvegis ongari fiskiveiðiavtalu við Noreg og ES, nógv lægri avreiðingarprísur fyri makrelin, arbeiðsloysi á flakavirkjum, tí trolarar veiða makrel og sild etc.?
11. Finst ein uppgerð fyri, hvussu nógv føroysk arbeiðspláss makrelvertíðin hevur givið, og hvussu nógvur peningur liggur eftir í føroyska samfelagnum í ár samanborið við 2010?
Svar:
Til nr. 1. Á vári 2011 ásettu Føroyar sær eina kvotu av makreli uppá 150-túsund tons, harav umleið 123-túsund tons skuldu veiðast av føroyskum skipum. Fyri Føroyar var tað sera týðandi, at øll kvotan bleiv veidd, og tí var neyðugt at hækka hjáveiðiprosentið. Royndir vístu, at lægra prosentið var sera forðandi fyri fullari gagnnýtslu av makrelkvotuni, og stóð lægra prosentið við, ja so kundi vandi vera fyri, at kvotan ikki varð veidd. Leggjast kann afturat, at avgerðin varð tikin í samráð millum undirritaða, limir úr samgonguni og umboð fyri samstarvsflokkarnar Tjóðveldi og Framsókn.
Til nr. 2. Øll skip vóru javnstillað tað ávísa tíðarskeiðið, sum spyrjarin vísir til, tá var hjáveiðiprosentið 5. Í upprunakunngerðini um makrelfiskiskap var ásetingin somuleiðis 5%. Mett verður ikki, at talan er um manglandi javnstilling í førum sum hesum. Broytingin er gjørd, tí fyritreytirnar fyri fullari gagnnýtslu av makrelinum ikki hildu, um upprunaliga ásetingin um hjáveiðu stóð við.
Til nr. 3. Roknað undir einum, so er frávik í makrelfiskiskapinum, samanborið við lívfrøðiligu tilmælini. Føroyar minna tó øll á, at 4 partar luttaka í makrelfiskiskapinum, eins og at Føroyar eiga sín sjálvsagda part. Tí mega aðrir partar enn Føroyar taka ábyrgd av møguligum frávikum millum fiskiskap og lívfrøðiligu ásetingarnar.
Til nr. 4. Nei, landsstýrismaðurin metir seg ikki hava habilitetstrupulleikar. Øll sjónarmið, ið landsstýrismaðurin hevur lagt í málið, eru av generellum slag, tað merkir, at sjónarmiðini fevna um alla vinnuna, roknað undir einum. Landsstýrismaðurin hevur ikki viðgjørt umsóknir frá ávísum umsøkjarum.
Til nr. 5. Grundarlagið undir mannagongdunum í sambandi við uppboðssølu av makreli er samtykt á Løgtingi. Tað er staðfest í løgtingslóg um serstakar treytir fyri makrelfiskiskapi í 2011. Nevnda lóg ásetir millum annað, at kvota, sum er keyp á uppboði, verður latin sum egin árskvota og kann, fyri árið 2011, avhendast til fiskifar undir føroyskum flaggi. Eg meti meg ikki hava orsøk at halda, at Løgtingið hevur gjørt eina samtykt, ið ikki er røtt.
Til nr. 6. Høvuðsendamálið er ikki at fáa flest møguligar pengar í almenna kassan. Endamálið er at gera eina royndarskipan. Samgonguflokkarnir, Tjóðveldi og Framsókn skriva í langtíðarsemjuni frá apríl 2011 at: Flokkarnir eru samdir um, at sum eina royndarskipan skula 20.000 tons av makrelkvotuni seljast á einum marknaði eftir nærri reglum.
Til nr. 7. Nei.
Til nr. 8. Hjáveiðikvotan verður ikki lutað av nøkrum ávísum, men skrásett sum føroyskur fiskiskapur eftir sild í føroyskum sjógvi. Nakrir mánaðir eru enn eftir av hesum fiskiárinum, og enn er niðurstøða ikki gjørd um, hvørs nøkur serlig stig skulu takast við atliti at fiskiskapi og kvotum næsta fiskiár.
Til nr. 9. Partarnir fara nú undir samráðingar um makrelfiskiskapin og aðrar fiskiveiðisamráðingar galdandi fyri 2012. Føroyar ætla sær at samráðast um sínámillum fiskiveiðiavtalur við onnur lond fyri 2012 seinni í ár eins og undanfarin ár. Hvørt onnur lond halda, at makrelfiskiskapurin hjá Føroyum skal hava avleiðingar fyri sínámillum fiskiveiðiavtalurnar, fari eg ikki at gita um frammanundan. Tó er greitt, at eingin sínámillum fiskiveiðiavtala er við ávikavist ES og Noreg í 2011, tí hvørki ES ella Noreg vóru sinnað at gera sínámillum fiskiveiðiavtalu við Føroyar, um avtala ikki varð gjørd um makrelin fyrst. Føroyar fara til samráðingarnar í tí vón og tí treysti, at ein semja verður funnin fyri 2012, har føroysku áhugamálini eru tikin til eftirtektar. Í sambandi við samráðingarnar við ávikavist ES og Noreg í fjør gjørdu Føroyar heilt greitt, at Føroyar vilja ikki lata seg hótta til at gera makrelavtalu, og at sínámillum fiskiveiðiavtalur og avtalur um umsiting av ferðandi fiskastovnum eru ymisk mál, ið ikki eiga at verða tengd saman. Hetta er framvegis føroyska sjónarmiðið.
Til nr. 10. Fiskimálaráðið hevur metingar um m.a. vansar, at ongin fiskiveiðiavtala er við hvørki Noreg ella ES uppímóti fyrimunum við verandi makrelfiskiskapi. Hetta tilfarið, umframt annað tilfar, er partur av innanhýsis viðgerð í Fiskimálaráðnum og partur í samskiftinum við landsstýrið og Løgtingsins uttanlandsnevnd um makrelsamráðingarnar. Í eini samráðingartilgongd er týdningarmikið at halda kortini tætt at kroppinum. Við atliti at hesum viðurskiftunum verður hetta tilfarið ikki lagt fram alment.
Til nr. 11. Nei eingin tílík samanbering er gjørd enn. Ætlanin er, tá fiskiskapurin fyri 2011 er liðugur, at taka samanum árið og gera eina eftirmeting.
Johan Dahl
landsstýrismaður