HJALSMÚSIN!

Ein góðan summardag legði  ein mús eini átta til tíggju mýslingar.

Í hesum góðu líkindum komu allir undan, og fara so líðandi út í lívið. Tað var vandamikið og kettur og fuglur gjørdu sær dælt av  tí.

So var bara ein eftir. Hann fann sær síðani eitt trygt skjól, tí hann var so lítil at hann kláraði at koma inn ímillum hjalsrimarnar,  sjálvt um gloppið ikki er meiri enn kanska fýra millimetrar.

Í húsahjallinum dámdi hann sera væl. Har var altíð okkurt gott til matna. Ongin ketta ella fuglur.  Mýslingurin varð verandi  í hjallinum og vaks seg stóran. Ja so stóran at hann ikki slapp út aftur.  Tað var ikki so heppi fyri hann tá hann ætlaði at finna sær eina dámliga músakonu!  Men tað mátti hann liva við. Lívið gekk tó so væl at hann helt seg helst vera komnan í músahimmalin.

Har var so mikið av ymiskum inni at væl lá fyri at fjala seg.

Men onki varar ævigt.

Eina ferð  var músin sædd í hjallinum. Hetta dámdi ikki fólkunum. Ein músafella varð keypt og sett í hjallin. Til agn var føroyskt smør.

Tað gekk ikki long tíð til músin fyri fyrstu ferð í lívinum slapp at smakka smør. Ja, til fellan small og músin lat lív!

Men hann hevði eitt gott og trygt músalív tað kanka hálva árið tað vardi.

Ongin her vitsti at ein mús kann gerast so stór.

Ja hon var næstan størri enn bringureyði okkara.

Eitt lukkuligt músalív hevði hon, tað er víst.

Hanus Vang

E.S. Um nakar heldur at stuttsøgan hevur nakað við fiskivinnu at gera,  ja so er okkurt misskilt.