Hjálparlæknaráðið skipað seg

Hjálparlæknaráð Føroya (Yngri Læknar) hevur 25.11.2016 hildið aðalfund smbr. viðtøkum felagsins.

Á fundinum varð ársrokniskapur lagdur fram og góðkendur. Nýggi sáttmálin við fíggjarmálaráðið,   ið júst er júst undirskrivaður, var lagdur fram fyri liminum.

Afturat hesum varð íkomna støðan viðvíkjandi skerjingum á Landsjúkrahúsinum umrødd. Hjálparlæknaráðið tekur undir við Læknafelagnum og felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um at tað er sera óheppið, at tað skula sparast uppaftur fleiri pengar í sjúkrahúsverkinum. Sertakliga stillar Hjálparlæknaráðið seg spyrjandi viðv. ætlanini um at skerja í hjálparlæknastørvum. 

-Vit hava trupuleikar við at fáa læknar hendan veg, og sum er nú, arbeiða nærum allir okkara limir meira enn fulla tíð.

Nevndin hevur skipað seg við Turið Holm Johannessen sum forkvinnu og Dávið Michelsen sum næstformanni. Harumframt er nevndin manna við Eyð Tausen Magnussen, Amalia Danielsen, Kasper Kyhl og Sámal Jakobsen.