Ólafur V. Sigurðsson, gamli skiparin á verjuskipinum Óðinn undir toskakrígnum, vitjaði umborð á Westward Ho í Reykjavík, har hann mintist aftur á gamlar dagar, tá teir sum smádreingir runnu umborð á føroysku sluppirnar at fáa skipskeks.
Toskakríggið ella toskastríðið fór í høvuðsheitinum fram millum Stóra Bretland og Ísland í tveimum umførum, í fimtiárunum og í sjeytiárunum. Í 1972 setti Ísland nýtt 200 fjórðinga fiskimark, eina sokallaða Exclusive Economic Zone, og kunngjørdi ætlanir at minka veiðitrýstið fyri at verja økið móti ovurfisking. Íslendingar lýstu kvotaásetingar og vardu fiskimarkið við egnari sjóverju.
Ein av mátunum at reka bretsk skip burtur var saksurin, ið brúkur var at klippa fiskireiðskapin. Hetta varð gjørt í so stóran mun at Royal Navy sendi herskip at verja bretsku skipini.
Ísland vann stríðið, sum endaði í 1976 við at íslendingar hóttu við at stongja Natostøðina um ikki bretar umgangandi tóku seg út um ásetta 200 fjórðinga fiskimarkið. Nato legði uppí og bretska stjórnin samtykti síðan at stóðga øllum fiskiskapi í økinum.
Fleiri samanbrestir vóru og fleiri íslendingar gjørdust sera kendir í hesum stríðnum. Ein teirra var skiparin á Óðinni, Ólafur Sigurðsson, sum í fjør vitjaði í Føroyum saman við Vígdis Finnbogadóttir.
Nú Westward Ho hevur vitjað hevur hon ligið við somu kei sum góði gamli Óðinn, heimsgitna sjóverjuskipið hjá íslendingum, sum var eitt teirra, sum vann toskakríggið móti bretum. Umboðini fyri býráðið fingu høvið at heilsa uppá gamla skiparan, Ólafur Sigurðsson, sum nærmast hevur fingið hetjustatus, umborð á Óðinni.
Ólafur segði frá nógum góðum søgum, líka frá tí hann sum smádrongur mintist at ganga umborð á føroysku skipini at fáa skipskeks, til hann seinni í lívinum sum skipari á verjuskipum fór umborð á føroyskar trolarar sum myndugleiki. Hann hevði hópin av stuttligum søgum at siga føroysku gestunum.