Hini vilja eisini hava fatur á tykkum

- Tí er tað neyðugt at vit vísa tykkum avbjóðingarnar og møguleikarnar. Eyðvitað hava vit ikki ta stødd og ta peningaríkiligheit, sum multinationalar fyritøkur hava, men afturfyri eru vit ikki so stirvin og tung at flyta okkum sum tær, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, m.a. í setanarrøðuni til Jobmatch í dag.


Borgarstjórin beyð luttakandi og lesandi vælkomnum og legði fyri við at greiða frá, hví Jobmatch er í Føroyum:


- Endamálið við JobMatch er at geva lesandi og føroyskum fyritøkum og stovnum høvi at knýta bond, og samskifta um starvsmøguleikar her heima í Føroyum. Tórshavnar kommuna tekur sjálvandi lut, og fegnast um møguleikan at hitta lesandi til eitt prát.


- Hesaferð er JobMatch í Føroyum. Tað ger tað lættari hjá fleiri fyritøkum og stovnum at luttaka. Hetta varð dyggiliga staðfest, tí skjótt var fullteknað – 21 fyritøkur og stovnar eru við í ár.


- Tað var Altjóða skrivstovan sum tók tráin upp frá seinasta JobMatch, sum var í Keypmannahavn, har eg í míni setanarrøðu nevndi møguleikan at hava JobMatch í Føroyum næstu ferð – tað skal skulu tit hava takk fyri.


- Saman við Altjóða skrivstovuni standa Vinnuhúsið, MFS og Tórshavnar kommuna sum høvuðsfyrireikarar. Nakað av umrøðu hevur verið, hvørt tiltakið skal vera sum nú á jólum ella um summarið – eg veit at MFS heldur vildi havt tað um summarið – so tað er nakað vit í eftirmetingini eiga at taka upp.


- Húsini við eru í - Østrøms fabrikk – sum Kim og Ása Lutzen eiga saman við børnunum er ein nýggj perla í býarmyndini. Felagið Festi leigar bygningin, og ætlanin er, at hetta í framtíðini skal verða ein miðdepil og gluggi fyri mentan, list og ferðavinnu – eitt tiltak, sum gevur Skálatrøð eina heilt nýggja og fyri býin týdningarmikla dimensjón.


- Vit eru stødd í gomlu fabrikkini hjá Østrøm, og sum havnarsangurin sigur frá:


Á keiini hjá Østrøm, har síggja vit tá,


Hvussu skipini tey duffa á Vestaru vág,


Skipsmennirnir ferðast við báti út og inn...


- Sum sangurin vísir á, so vóru brýr her tá, men ikki nakar veurligur kaikantur. Tað, sum vit hava varðveitt, Høgu- og Lágukei, har í dag fornminnini, sluppirnar liggja, Westward Ho, Fram og Thorshavn, og omanfyri eru Skeiva Pakkhús og Mullers Pakkhús og so Fabrikkin her.


- Her var stórt virksemi í síni tíð við fabrikk, her varð lossað og lastað, vørur vórðu avskipaðar til útlond. Høvdu hesir veggir kunnað talað, so kundu teir sagt frá mongum søgum og hendingum frá gamlari tíð.


- Her høgt til loft og vítt til veggja og tað hóskar væl til okkara tiltak í dag. Valdemar Lutzen fekk handilsloyvi í 1904. Pápi hansara keypti henda bygning í 1894. Teir seldu kol og byggitilfar, høvdu roykivirki, dósamataframleiðslu og ísvirki.


- Teir áttu eisini fleiri skip, og mong minnast gulu lastbilarnar, sum koyrdu í Havnargøtum, har tað við stórum bókstavum stóð á síðuni KOL, KOKS & BRENNI. Henda fyritøka hevur verið og er enn í somu familju, og hon hevur verið eitt stórt arbeiðspláss í havnini í Havnini.


- Hetta, at fáa okkara lesandi ungdóm heimaftur at virka og at seta stovn fyritøkur til gagns fyri okkara land er gleðiligt, tí nýggj hugskot og nýggjar ætlanir eru altíð kærkomin.


- Nú nevndi eg Lutzenfamiljuna, sum hevur virkað her síðan 1904 ella longur. Sum ein av mongum ungum havnardreingjum fór Knút Lutzen í 1906 út í víðu verð, bert 15 ára gamal. Hann búði m.a. 10 ár í USA.


- Í 1919 kom hann heimaftur og fór undir at fyrireika at stovna bomm- og sjokulátavirki her í gomlu fabrikini hjá Østrøm. Her hevði hann stóra fyritøku til væl eftir kríggið.


- So longu tá í tíðini lá hetta í fólki borið at koma heimaftur til Føroya at virka, seta í gongd og vegleiða við góðum hugskotum.


- Felags fyri fyritøkur og stovnar sum taka lut er, at vit vilja hava lesandi og onnur við góðum førleikum at búseta seg og virka í Føroyum.


- Sum øll onnur samfeløg er Føroyar hvørki meira ella minni enn teir borgarar, sum búgva og virka her. Tess fleiri, fjølbroyttari, dugnaligari, royndari og virkisfúsari íbúgvarnir eru, tess sterkari eru vit, og tess betur brynjað eru vit at møta framtíðini.


- Tí er Tórshavnar kommuna aftur í ár høvuðsstuðul hjá JobMatch.


- Kommunan og fyritøkurnar og stovnarnir í kommununi vilja hava atgongd til vitanina, sum vit vita, at lesandi og nýliga útbúgvin hava, og vit eru spent uppá at fáa skump og íblástur frá hugburði og tilgongdum, sum enn eru okkum fremmand ella ókend.


- Kapping er um vitanina. Vit vita at fyritøkur og stovnar aðrastaðni eisini vilja hava fatur í føroysku vitanini. Tí er tað alneyðugt at vit gera vart við tær stóru, spennandi og ikki minst fjøltáttaðu avbjóðingarnar, sum vit hava at bjóða okkara vælútbúna fólki – ja, okkara týdningarmesta tilfeingi.


- Men vit eru eisini her í dag fyri at lurta – vit vilja fegin hoyra beinleiðis frá tykkum, hvat meira skal til, fyri at gera tað attraktivt at búgva og virka her.


- Sum eg mangan havi sagt áður, so kunnu vit sjálvandi ikki bjóða tykkum lesandi til skorin klæði og púrasta búgvið borð. Men vit vilja skapa bestu fortreytir fyri, at tit kunnu trívast her og skapa nakað saman við okkum. Og vit hava nakrar eyðsæddar fyrimunir, sum eg haldi vit duga for illa at føra fram.


- Eyðvitað hava vit ikki ta stødd og ta peningaríkiligheit sum multinationalar fyritøkur hava, men afturfyri eru vit ikki so stirvin og tung at flyta okkum sum tær: Vit kunnu ofta laga okkum til tykkara ætlanir, og tit fara skjótt at síggja, at júst tykkara insatsur veruliga ger mun. Spyrjið bara tey vælútbúnu, sum longu eru í starvi her.


- Men Tórshavnar kommuna sær hetta eisini sum eitt høvi at knýta bond til lesandi - føroyingar ella fólk, sum ikki rættiliga eru blivin partur av samfelagnum her enn. Kommunan ynskir at gerast ein partur av lestrartilgongdini og bjóðar seg fegin fram, so at lesandi skriva uppgávur og verkætlanir í samstarvi við kommununa.


- Harafturat ynskir kommunan at bjóða teimum, ið umhugsa og ynskja at flyta til kommununa, vælkomnum higar. Eisini tí luttekur Tórshavnar kommuna á JobMatch.


- - -


- Við at hava JobMatch í Føroyum røkka vit eisini fleiri av okkara lesandi – bæði teimum sum longu eru í Føroyum, og teimum sum eru í øðrum londum enn Danmark. Tí er hetta ein spennandi roynd, sum higartil hevur víst seg at roynast væl. Fullteknað var sum sagt beinanvegin, og nógv prát eru biløgd, stóra tøkk fyri tað.


- Umframt møguleikan at práta eru eisini fleiri áhugaverdir fyrilestrar um ymisku arbeiðsplássini sum eru umboðað her – og um onnur áhugaverd evni.


- Býurin hevur eisini gjørt seg kláran til at taka ímóti – matstovur og cafeeir hava serlig tilboð í sambandi við JobMatch.


- Við hesum fari eg at takka fyri at tit lýddu á og ynskja øllum vælkomin til eitt prát!


JobMatch 2011 er nú sett, og fari eg eisini at nýta høvi til at ynskja øllum eitt gott nýggjár.