Hingu saman: Men tey høvdu onki prógv

Gamal Brellbiti: Metis er beinleiðis sending hjá R 7 um viðurskiftir, sum kunnu hava almennan týdning. Tað er  Eivind Jacobsen, ið  leggur hesar sendingar til rættis. Seinasta týsdag hevði verturin bjóðað  Liljuni Weihe úr KvF, og Sveini Tróndarson á Dimmalætting, bæði dømd í Føroya rætti, men frídømd í Landsrættinum. Eisini var John William Joensen við, men hann kom ikki væl frá sínum leikluti. Sendingin bar brá av klandri á vaglinum í einum høsnarhúsi, og lurtarnir gjørdust lítið klókari. Vit rætta kumpas...

Grein úr Oyggjatíðindum, 4. desember 2015

Skrivað og greinað: Dan Klein, journalistur

Í sendingini kom nógv fram, men tráðurin var, at tey søgdu seg hava prógvað pástandin um, at Jørgen Niclasen, kundi kallast fyri tollsvikara uttan revsing. Og so søgdu tey, at málið var nýtt, tó at greinar aðrastaðir í blaðnum prógva ta øvugta.

Journalistarnir gjørdu nógv burturúr, at ávísa, at Jørgen Niclasen, hevði snýtt í tolli, men tað, sum var líkaso grovt var, at hann eisini skuldi hava snýtt Skipafelagið Føroya, sum átti goymsluna, haðani vørur vóru útflýggjaðar.

Tað serliga við hesum pástandum er, at tað finnst onki prógv fyri, at skuldsetingarnar eru sannar, og Skipafelagið Føroyar, hevur ongantíð skuldsett Jørgen Niclasen, ella fyritøkuna fyri at hava snýtt felagið.

Lat okkum eina løtu fara inn í rættin fyri at vita hvat har hendi, tá Skipafelagið Føroyar var kravt eftir tolleftirstøðunum, sum ikki vóru goldnar, hóast vørurnar vóru flýggjaðar út av goymsluni.

Jú, tað er rætt, at advokaturin hjá Skipafelagnum, vardi seg við, at P/F Niclasen, átti rokningina, og tí var skeiva fyritøkan kravd, men hesum avvísti rætturin, og dømdi Skipafelagið at betala.

Men ikki hevði Skipafelagið meira enn fingið sín dóm, so finnur Skatt- og Tollstovan uppá, at melda Jørgen Niclasen, fyri brot á tolllógina, men fútin  hevur samstundis eisini lisið dómin í móti Skipafelagnum, og sett seg inn í málið, og  dugdi ikki at síggja, at løgfrøðisligt grundarlag var fyri at reisa ákæru í móti unga manninum, sum heldur ongantíð fekk boðini um, at hann var meldaður fyri Tollsvik.

Hetta váttar Jørgen Niclasen, longu í 1997.

Lat okkum hyggja eftir hvat Landsrætturin annars sigur:

Landsretten lægger til grund, at P/f N. Niclasen, der i 1983 var blevet meddelt en toldkredit, i de følgende år kom i økonomiske vanskeligheder og oparbejdede en betydelig gæld til toldvæsenet. Som følge heraf blev toldkreditten den 29. januar 1988 opsagt. 

Landsrætturin nýtir eitt skjal frá Føroya Tollstovu, Vága deild, til Fútarættin, sum biður um at fáa lýst pant í ognunum hjá P/F Niclasen  fyri tollskuld og rentur. Har stendur eisini, at hesir upplýsingar eru sendir við skrivi. Ikki til P/F Niclasen, men til Skipafelagið Føroyar.
Eitt er, at ein deild hjá Føroya Tollstovu, ikki hevur heimild at lata fyritøkuni tollkreditt, og kann sjálvandi heldur ikki uppsiga kredittin. Har er snøgt sagt eingin hemild til staðar, at uppsiga kredittin.

Formliga var heldur ikki prógvað, at P/F Niclasen, hevði fingið boðini um, at kreditturin var uppsagdur, tí ongastaðnar í allari sakini er tað prógvað, at boðini um, at kreditturin er uppsagdur er komin til P/F Niclasen.  Boðini fær P/F Niclasen tá Føroya Tollstova krevur pant í ognunum í 1988, men heimildin fyri uppsøgnini og prógvini fyri, at boðini eru lýst  fyri skuldaranum, fyriliggja ongastaðnar.

Hóast hetta, var fyritøkan vitandi um tollskuldina.  Jørgen Niclasen, segði soleiðis við Oyggjatíðindi, fríggjadagin 24. Oktober í 1997:

“Jørgen Niclasen, sigur við Oyggjatíðindi, at felagið, hann yvirtók, og gjørdist stjóri fyri, skyldaði tollkreditt, men at tað beinleiðis er ósatt, at talan var um meira enn 2 milliónir. Upphæddin var munandi minni, sigur hann uttan at nevna upphæddina.

Tað, sum liggur í hesum málinum er, at ein skipan var við tollkreditti, sum felagið eisini hevði, og sum var yvirtrektur. Tað var hent áðrenn eg kom har, segði Jørgen Niclasen í nítiárunum.

Jørgen Niclasen, segði eisini, at skuldin í felagnum var frá 1983, og fyri at fáa gongd á afturgjaldingina, betalti felagið eina hálva millión fyri at vísa, at viljin til at betala skuldina var stórur.”

Tá hetta longu varð váttað í 1997, er hetta  ein løgin útsøgn hjá Landsrættinum, at koma við:
Det fremgik endvidere, at der var rettet flere forgæves anmodninger til Jørgen Niclasen om at kommentere sagen.

Landsrætturin tekur, sum givið, at ein skuldseting um tollsvik, kann rættvísgerast, tá ein fyritøka skyldar pening, men var hetta nokk, so endaði fleiri stjórar í fongsli. Tað er ikki eitt lógarbrot at skylda pengar í Føroyum:

Endelig finder landsretten, at han (jørgen) må have indset, at han ved at lade virksomhedens salg af ufortoldede varer fortsætte med en stadig for-øgelse af toldgælden til følge, påførte landskassen en væsentlig risiko for formuetab. 

Jørgen segði í 1997: Tað, sum liggur í hesum málinum er, at ein skipan var við tollkreditti, sum felagið eisini hevði, og sum var yvirtrektur. Tað var hent áðrenn eg kom har, sigur Jørgen Niclasen.

Tí er hesin setningurin niðanfyri heldur  ikki eftirfarandi:

Landsretten bemærker, at det ikke forekommer sandsynligt, at Jørgen Niclasen som direktør i en virksomhed, der handlede med importerede varer, var ubekendt med relevante toldregler, men uanset om dette måtte være tilfældet, kan det ikke tillægges betydning ved bedømmelsen af sagen. 

Jørgen Niclasen, hevur ongantíð sagt seg vera ókendan við tollreglarnar; heldur ikki um, at felagið var í eftirstøðu, men hann upplýsti eisini longu í 1997, at Landskassin ikki misti eina krónu eftir at hann hevði yvirtikið leiðsluna, og betalti hálva millión av eftirstøðu, sum var íkomin áðrenn hann kom í heita stólin.

Rætturin avvísti, at Niclasen var partur Í kravinum hjá Føroya Tollstovu.

Hingu saman, men men tey høvdu onki prógv.