Hey hevur latið handil upp í Klaksvík

Hósdagin lat Hey handil upp á Stangavegi 53 í Klaksvík, har Nema heldur til.

Tíðindaskriv:

Hetta er enn eitt stig, í at samantvinna fyritøkurnar í samtakinum, soleiðis at vit kunnu bjóða eitt fjølbroytt útboð av vørum og tænastum innan fjarskifti, KT og KT-vørum til bæði vinnu og privatar brúkarar kring alt landið, sigur Júst í Túni Vang, stjóri á Hey og Nema.

Vit arbeiða allatíðina fyri at kunna bjóða okkara kundum nýggjar og betur tænastur. Vit fegnast tí um at kunna lata handil upp í Klaksvík., sigur Rói B. Poulsen, sølustjóri á Hey.

Í hesum sambandi vóru nógv góð tilboð og vælumtókta eyðnuhjóli har fólk kundu vinna gigabyte til sítt fartelefonhald, bæði hósdagin og fríggjadagin.