Hey fer undir at bjóða fipur til heimið

Hey fer í næstum undir at bjóða fipur til
heimið í samstarvi við almenna kervisfelagið. Í dag og í morgin ber til at
royna nýggju tænanstuna “Fipur til heimið” á torginum í SMS.



Frá Hey:



Televeitarin Hey fer í næstum undir at bjóða
fipur samband til privatkundar í samstarvi við almenna kervisfelagið FT-Net.



Tey fyrstu privatu húsarhaldini fáa møguleika
fyri fipurbreiðbandi longu í ár og eftir ætlan fara at kalla øll húsarhald í
landinum at fáa fipursamand innan fyri tey næstu 5-7 árini.



Í dag og í morgin skipar Hey fyri stórfingnum
tiltaki á torginum í SMS har høvi millum annað er hjá almenninginum at uppliva
rúkandi skjótt fipursamband og greitt verður nærri frá tøknini.



Øll eru vælkomin á torgið í SMS har eisini ber
til at skriva seg upp til at fáa nærri boð tá greitt er nær einstøk grannaløg
og hús í Føroyum kunnu vænta sær fipur.



Ferðin á fipurið er munandi skjótari enn tað
vit kenna í dag. Heilt upp til 1Gbit per sekund og tað fæst sjón fyri søgn á
torginum í SMS í dag til kl 19 og í morgin til kl 18.