Hey allir føroyingar á Fjóni

Árliga Jólahaldið 2012 hjá føroyingafelagnum í Odense:


So er tíðin aftur komin til at kunngerða tað árliga og vælumtókta jólahaldið, sum eins og undanfarin ár verður hildið 1. sunnudag í advent.


Av tí at tiltakið er blivið so væl vitja hava vit í nevndini avgjørt at flyta frá Højby Kirkju og sóknarhúsið, til Næsby Kirkju og sóknarhús.


Højby Kirkja hevur í fleiri ár verið karmur um jólahaldið, men hesi seinastu árini er vorið ov trongligt, tað er tó bara at fegnast um. Vit í nevndini vilja hervið nýta høvi at takkað Allani Zinn, maður Jórun Zinn (sála) fyri stóra hjálp og beinasemi, í samband við lán av kirkjuni og sóknarhúsinum í Højby.


Sostatt verður jólahaldið 2012 hildið.


Í Næsby Kirkju sunnudagin 2. decembur 2012 kl.14.00


Adressan er: Bogensevej 94A - Næsby - 5270 Odense N og Sognegården, Bogensevej 92, 5270 Odense N


Tað er sera gott buss samband til Næsby, tað eru býbussarnir nr. 91. 92 & 191 teir koyra tvær reisur um tíman, so tað er eisini møguligt hjá teimum ið ikki hava bil tøkan, at verða við..


Byrja verður við gudstænastu, tað er Bergur Jacobsen, prestur sum hevur játtað seg at koma til Odense, at halda gudstænastu saman við okkum og tað eru vit í føroyingafelagnum hjartans fegin fyri.


Vit hava eisini eins og undanfarin ár fingið føroyskan dekn og føroyskan urguleikara. Eftir gudstænastuna verður fari í Sóknarhúsið sum liggur skamt frá kirkjuni, til jólahugna har vit ganga um jólatræi og fáa ein góðan drekkamunn, gløgg og børnini fáa vitjan av jólamanninum. Sum vant fáa vit eisini høvið at senda jólaheilsur til okkara kæru heima í Føroyum . Kostnaður fyri tiltakið er einans 25,- kr.


Vónandi møta tit fjølment.


Vit gleða okkum til ein hugnaligan dag saman við okkara landsmonnum.


Blíðar heilsur


Nevndin