Í menniskjum góður tokki leitar eftir fólki, sum hava yvirskot at gera okkurt gott og gevandi til jólar, ið kemur øðrum til góðar.
Annlis Bjarkhamar:
Í Føroyum eru børn, sum liva í familjum við truplum fíggjarligum korum, og hetta setir síni spor í gerandisdagin hjá hesum børnum. Á jólum merkja tey, meira enn nakrantíð, tær avmarkingar, sum ein fíggjarlig trongstøða hevur við sær.
Í menniskjum góður tokki lat jólahjálp til 376 familjur í fjør. Eins stór gleðin var at kunna veita 769.500 kr í jólahjálp, eins nógv nívdi tað, at í okkara samfelag skulu verða so mong, sum dagliga bera tungar fíggjarligar byrðar. Men tað, sum kortini stendur sterkast eftir, er tann ómetaliga vælvild og góða hjartalag einstaklingar, felagsskapir, samkomur, kirkjur, fyritøkur o.o. vístu átakinum og teimum, sum tørvaðu eina hjálpandi hond til jólar.
Alt ger mun
Skulu vit aftur í ár veita jólahjálp, so er neyðugt at finna fólk, sum hava yvirskot og eru hugaði at rætta eina hjálpandi hond. Tað kunna tit gera við at finna uppá og fyrireika okkurt, sum fær pening til átakið Í menniskjum góður tokki. Onki mark er fyri hvat tað kann verða – stórt ella smátt, alt ger mun. Tað kann verða alt frá at skipað fyri eini innsavning á tykkara arbeiðsplássi, kóri, felagsskapi, skúlaflokki, bindiklubba, samkomu, millum familju og vinir ella í grannalagnum. Tiltøk av ymiskum slag eru eisini vælkomin, tað kann verða alt frá bingo og ítróttarkappingum til sølu av bundnum vørum, listaverkum, smákøkum, tombola og stuðulskonsertum...
Tykkara hugflog, tíð og orka avgerð, hvat tit gera. Latið hugflogið fáa frítt spæl! Endamálið er, at fáa øll hugaði at ganga saman og gera sítt til, at vit á jólum kunnu veita øllum teimum familjum sum tørva, ein fíggjarligan styrk.
Tann stuðul, sum kemur inn, verður óskerdur býttur út til tær familjur, sum søkja jólahjálp. Ikki ein króna verður brúkt til umsiting ella annað, alt fer til familjurnar.
Vit hava frá byrjan av lagt stóran dent á, at okkara ábyrgd og samkensla sum medmenniskja, sum næsti - eigur at verða tað, sum fær okkum at taka lut í átakinum. Tað er við hesum í huga, at vit heita á øll hugaði at gera okkurt gott og gevandi til jólar.
Longu nú hava vit frætt frá fleiri, sum eru farin til verka við at fyrireika ymisk, men vit frætta fegin frá fleiri. Send ein teldupost til annlis@takk.fo ella ring á tlf: 220000 um tú/tit á henda hátt vilja gerast partur av átakinum.
Soleiðis søgdu nøkur teirra, ið skipaður fyri tiltøkum í 2010 ”Tað er stórt at kunna vera við til at hjálpa á 'heimafrontinum', um eg so má siga. 'Sælari er at geva enn at fáa' lesa vit í Halgubók, og soleiðis kendi eg tað eisini í sambandi við tað ymiska, eg royndi at stápla upp á beinini. Fantastiskt at merkja góðviljan, sum er í føroyinginum, tá á stendur.”
Bárður á Lakjuni
”Tá áheitan kom til "Kvinnubólkin í Vágum" um at stuðla tiltakinum Í menniskjum góður tokki, hugsaði eg, endiliga er tað onkur, ið hugsar um tey ið treingja í Føroyum... Tað var gleðiligt, hvussu nógv, tey ymisku tiltøkini, vit høvdu fyrireikað henda dagin góvu, ikki minst børnini vóru sera stolt av at hava verði við til at savna pening. Alt í alt, haldi eg, at tað var ein sera hugnaligur dagur og vóni, at undirtøkan verður eins jalig í ár.”
Randi R. Niclasen
”Eg minnist novembur og desembur 2010 sum eina sera meiningsfulla tíð í Margarinfabrikkini. At vera við til at samla pening inn til tiltakið Í menniskjum góður tokki fekk okkum at tosa um nakað so tabulagt sum fátækradømi, og tað lat upp fyri at tosa um nærum alt, sum kann tyngja í einum barna/ungdómslívi. Arbeiðsleys foreldur, einsamøll foreldur, sjúka ella rúsevnismisnýtsla heima. Eg hugsi, at tað er tó ótrúligt, sum børnini og tey ungu duga væl at liva tað lívið teimum er givið, hóast tey hava so ymiskan sosialan status.
Vit fingu at vita, at peningurin sum vit samlaðu inn hjálpti 3 ella 4 familjum, so vit vera heilt vist við aftur í ár.”
Ingvør í Harldsstovu
”Ferðin Í menniskjum góður tokki var eyðkend av kærleika, hjálpsemi og vælvild, sum veruliga eru livandi gávur. Tá andar gerandisdagurin í innihaldi og meining, og týdningurin av hesum gávum kann einans metast av gevandi orkuni, ið birtist av slíkum gávumildi. Ikki bara her og nú, men sjálvt minnini liva í góðsligu gávuni. Tí tá ein góður gerandisdagur er treytaður av teimum, vit liva saman við, er avgerandi, at síggja týdningin í, at eg kann gera mun! Soleiðis kendist tað, tá ið ferðin endaði. Familjur gleddust um hjálpina, og eg var takksom fyri høvið at vera við.”
Tóra við Keldu