Hetta er grovt, løgmaður

Havi í nakrar dagar grundað yvir samrøðuna sjónvarpið hevði við løgmann herfyri. Hann svarar beinleiðis uppá spurningin um okkara tilfongið, at vit eru øll vorðin ríkari. Hann enntá nevndi bólkar av fólki sum kundu gleða seg um tað nývunna ríkidømið. flakakvinnan, fiskimaðurin(eru tað allir fiskimenn á makrelveiðu ella línufiskimenn?) og skattgjaldarin.


Eg spyrji bara, hvønn meinar hann við? Tað kann bara fyrst verða tey sum koma til pengar við flatsakattaskipaninna, og so tey, hann kortini ikki nevndi, sum veruliga hava fingið nógv burturúr í hansara gávuregni til tey fáu. Men, so kemur tað syrgiliga, hann nevndi heldur ikki tey sum als onki fingu burturúr, heldur tvørturímóti. Tey lágløntu fingu onki, tey á lívsins skuggasíðu fingu onki, støk og pør við børnum fingu onki, arbeiðsleys fingu onki, og pensjónistarnir fingu onki. Hjá hesum síðsta bólkinum er livifóturin beinleiðis farin niður.


Minst til, løgmaður, at fleiri í hesum bólkum, hava verið kjarnuveljarar flokksins, og tú beinleiðis drýtur á tey. Hvat í víðu verð hevur upprunaliga fingið teg at útrudda tey sosialu og etisku virðini, ið flokkurin var grundaður á, og hvør í allu viðu verð, hevur givið tær, og tínum leigusveinum, rættin at hána hesi fólk. Ongin av vanligu tingmanning flokksis tora at siga nakað, og kunnu bert metast sum atkvøðuneyt, tíverri kortini, tí har vóru fleiri vælmeinandi sálir ímillum.


Minst til,fólk í hesum bólki eiga lívið í tær og tínum, tey hava givið sítt lív fyri teg og tíni, við hørðum arbeiði og saknan av sínum kæru, fyri at vinna samfelagnum pening í ringum tíðum, ofta uttanlands, bæði í Íslandi og Grønlandi, og viðhvørt við fjarðari strendur.


Tað sum pínir hesi fólk allarmest, er tó kortini tann líkasæla tit sýna í verki, við als ikki at greiða frá, hví tit vendu skránni baki, hví tit ikki meta hesi longur sum fullgóðar samfelagsborgarar, og hví tit ikki hirða at svara tá tey spyrja. Líkasæla er grov men háðan kann neyvan fyrigevast.


Tað eru nógv sambandsfólk sum nú standa á einum vegamóti, og vita ikki síni livandi ráð. Teirra flokkur er farin, og tað er, enn, ikki beinleiðis nakar annar, sum hevur tey virðir sambandsflokkurin hevði. So hvat nú? Kanska løgmaður hevur eini ráð til hesi menniskju.


Fyrrverandi sambandsmaður


K. Vestergaard