Útskiftingarnevndin fyri Hest legði fram endaligan útskiftingarplan á fundi í Hest 14. desember 2011, og er innangarðsútskiftingin við hesum enda.
Eigararnir, sum áður áttu upp í 85 spjaddar lutir, hava nú fingið savnað eigindómin í samanhangandi jarðir. Hetta sæst týðiliga á kortunum niðanfyri.
Bygdan var áður býtt í 598 lutir. Eftir útskiftingina eru teir 133, og tá er alt við, jørð, hús, neystagrundir o.sfr.
Eigararnir hava freist til 14. mars. 2012 at kæra málið til yvirútskiftingarnevndina.
Lesið meira við at trýsta á linkin niðanfyri:
http://www.us.fo/Default.aspx?ID=5837#27138