Herverk framt á trø
Í farnu viku hevur onkur gjørt herverk á kommunal trø.
Úr Skotarók boðaðu grannar frá, at herverk hevði verið framt á trøini í fríøkinum. Sum sæst á myndunum, er herverkið framt við sag.
Lítla fríøkið varð skipað fyri 20 árum síðani í samstarvi við kommununa. Hetta var felags átak, har børnini í grannalagnum eisini tóku lut og hava góðar læruríkar løtur at minnast.
Og í dag kunnu tey gleðast um hesa lítlu perlu. Økið er sera væl hildið, er snotiligt og eitt prýði fyri grannalagið. Eldsálir í grannalagnum gera alt arbeiðið.
Almenn gøta gongur frá Skotarók oman ígjøgnum økið til Vestara Ringveg.
Herverk eisini framt oman Hoydalar
Um sama mundi hevur herverk eisini verið á trø við omankoyringina til oman Hoydalar.
Lendisdeildin hjá Tórshavnar kommunu hevur ruddað hetta økið fyri sponsk hindber, men har stóðu eisini stór trø, sum eru sagað niður. Viðkomandi, ið gjørt hevur, verður at svara fyri seg.
Kommunan vil við hesum heita á fólk um ikki at gera seg inn á vøkstur, runnar og trø á almennum økjum. Herverk verður revsað sambært galdandi lóg.
Um ampar eru av trøum og runnum á almennari kommunalari ogn, er at venda sær til Snarskivuna.
Havnin er vorðin grønari, og nógv eru tey, sum frøast um fínu garðarnar í býnum.