Frá týsdegin 21. februar verða øll undantaksloyvir tikin aftur, smb. Pedagogfelagnum.
Hetta fer at gera støðuna á sambýlum lívshættisliga. Serliga hjá teimum, sum lítið og onki megna at gera uttan hjálp!
Á Eirargarði búgva 19 húsfólk, sum í flestu førum nýtast hjálp til alt. Í fleiri førum skal hjálpin gevast av tveimum starvsfólkum í senn.
Vanliga starvast eini 30 fólk íroknað avloysarar á Eirargarði. Fleiri tó niðursetta tíð. Av hesum 30 starvsfólkum eru 7 tænastumannasett. Tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til at fáa strekt starvsfólkaorku frá 7 persónum uppá 19 sera hjálparkrevjandi fólk. Fyri ikki at tala um, um tað er yvir longri tíð.
Sagt verður úr Trivnaðartænastuni, at tey royna at fordeila samlaða hópin av tænastumonnum runt um á ymisku døgnstovnarnar. Men tað er ein vónleys uppgáva. Samstundis seta tey skriv saman til landsstýriskvinnuna um støðuna og søkja Pedagogfelagið um undantaksloyvi.
Verður ikki undantak givið, so verður kaos í morgin og leiðslan verður noydd at senda tey húsfólk heim til avvarðandi, har tað á nakran hátt letur seg gera, so starvsfólkaorkan verður nýtt so gagnligt sum gjørligt.
Javni metir, at nú hevur hendan óhaldbara støðan rakt fólk við menningartarni OV leingi og vit KREVJA at samráðingarpartarnir seta gongd á veruligar samráðingar NÚ. Vit stúra fyri, at skaði stendst av støðuni, ja tað er heldur ikki óhugsandi, at onkur liggur eftirá - antin húsfólk ella starvsfólk.