Helle Thorning við Edmund Joensen: nýggj arbeiðspláss og hægri útbúgvingar til Føroya

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Nýggja danska stjórnin vil samstarva um at styrkja útboðið av hægri útbúgvingum í Føroyum, og at útvega føroyskum fyritøkum møguleika at koma upp í stóra danska vinnuframtakið at menna og útflyta nýggja tøkni til grøna orkuframleiðslu


- Tað er sera positivt, at stjórnin hjá Helle Thorning Smith er við uppá uppskotið hjá Sambandsflokkinum um at útvega nýggj arbeiðspláss og at styrkja útboðið av víðari útbúgvingum í Føroyum.


Tað sigur fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum, Edmund Joensen, eftir setanarorðaskiftið í Fólkatinginum hóskvøldið. Føroyskar fyritøkur upp í part Í orðaskiftinum førdi fólkatingsmaðurin fram, at brúk er fyri, at vit í Ríkisfelagsskapinum samstarva um at skapa búskaparvøkstur og fólkavøkstur í Føroyum.


Edmund Joensen spurdi Helle Thorning Smith, um stjórnin vil arbeiða fyri, at føroyskar fyritøkur kunnu koma upp í stóra danska vinnuframtakið at menna og útflyta nýggja tøkni til grøna orkuframleiðslu. - Hví ikki bjóða Føroyum við í framtakið?


Vit hava nógvan vind, og nógv orka er í streymi og sjóvarfalli kring oyggjarnar, segði Edmund Joensen.


Forsætisráðharrin svaraði positivt, at Danmark er til reiðar at arbeiða fyri at fáa føroyskar fyritøkur við. Flyta hægri útbúgvingar til Føroya Í Fólkatingssalinum legði fólkatingsmaður Sambandsfloksins fram hugskotið um, at hægri útbúgvingar kunnu flytast úr Danmark til Føroya.


Endamálið við hesum er at fáa fleiri ung at velja at útbúgva seg her heima. Eisini hetta vil danska stjórnin samstarva um.


- Vit vilja fegin lurta eftir teimum ynskjum, sum koma úr Føroyum um hægri útbúgving, segði Helle Thorning Smith, forsætisráðharri.


Samstarv er vegurin fram Sambandsflokkurin á Christiansborg fegnast um, at tað enn eina ferð vísir seg, at samstarvið í Ríkisfelagsskapinum er til gagns fyri Føroyar.