Helgi Abrahamsen spyr løgman, hvussu ríkislógir skulu viðgerast í framtíðini

Uppskotið um Stjórnarskipanarlóg sigur einki um, hvussu løgtingið skal viðgera ríkislógir.

Hvussu skal løgtingið viðgera ríkislógir, eftir at Stjórnarskipanarlógin er sett í gildi? Tann spurningin fer Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, at seta løgmanni á tingfundinum í dag.

Helgi Abrahamsen vísir á, at í verandi Stýrisskipanarlóg, sum eftir ætlan skal fara úr gildi, um Stjórnarskipanarlógina verður samtykt, eru fleiri greinir, sum snúgva seg um, hvussu ríkislógir skulu verða viðgjørdar á løgtingi.  

”Har stendur millum annað, hvør kann leggja uppskot um ríkislógir fyri tingið, hvussu nógvar viðgerðir uppskotini skulu hava o.s.fr.,” sigur Helgi Abrahamsen.

Men í uppskotinum um Stjórnarskipanarlóg verða ríkislógir als ikki nevndar. Har stendur, at løgtingið ger lógir (hóast veruleikin er, at nógvar av lógunum sum eru galdandi í Føroyum, eru samtyktar av Fólkatinginum), og har stendur einki um, hvussu ríkislógir skulu verða viðgjørdar á løgtingi, og hvussu ætlanin er, at tær skulu verða lýstar. 

Sambært uppskotinum um Stjórnarskipanarlóg skal nýggja lógin setast í gildi í tveimum stigum. 
”Um tær lógargreinirnar í Stýrisskipanarlógini, sum viðgera ríkislógartilmæli, verða settar úr gildi, meðan vit framvegis hava ríkislógir, so er viðkomandi at spyrja, hvussu ríkislógir í framtíðini skulu verða viðgjørdar og staðfestar,” sigur Helgi Abrahamsen. Hann setur tí hesar spurningarnar:

1. Um Føroya fólk á fólkaatkvøðu næsta ár samtykkir Stjórnarskipan Føroya, nær verða so tær greinirnar í galdandi Stýrisskipanarlóg, sum viðvíkja viðgerðini av ríkislógartilmælum, settar úr gildi?

2. Um greinirnar sum viðgera ríkislógartilmæli verða settar úr gildi, meðan verandi stjórnarskipanarligu viðurskifti framvegis eru óbroytt, hvussu er ætlanin so at áseta, hvussu ríkislógir skulu verða samtyktar og lýstar?

3. Er ætlanin at partar av Stjórnarskipanarlógini og partar av Stýrisskipanarlógini skulu verða galdandi samstundis, frá 2018 og líka so leingi sum Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark?