Heit luft frá Poul

Í vikuni hevur Poul Michelsen, landsstýrismaður og formaður í Framsókn, givið ilt av sær og sigur, at javnaðartingfólk í sjálvdrátti fara saman við andstøðuni um mál. Heldur skuldi hann hug inn í seg sjálvan, tí har sær ikki alt ov gott út!

Millum annað sipar hann til uppskotið, undirritaði hevur verið við til at sett fram, men sum bara er ein áheitan á avvarðandi landsstýrismann um at kanna, um Fámjinstunnilin kanska kann gerast fyri teir pengar, ið síggja út til at verða spardir við einum bíligari Hvalbiartunli.

Tað er altso nógv fyri at síggja landsstýrismannin hjá Framsókn peika eftir øðrum, tí samgongustevið skal eitast at vera ov vánaligt. Og tí noyðist eg eisini at minna hann á, at hann sum landsstýrismaður fult út er undirlagdur løgtingsins vilja.

Gamaní, hava vit eitt samgonguskjal at halda okkum til, men tað er fullkomuliga tápuligt at læsa seg fastan í ting, sum flyta seg, so hvørt sum tíðin gongur. Og eitt av hesum tingum eru júst tunlarnir og tær ætlanir, ið eru lagdar á tí økinum.

Her er einki hjá Poul Michelsen at koma eftir, tí fyri mítt viðkomandi havi eg ikki lagt nakað sum helst uppskot fram, sum er í stríð við samgonguskjalið, men haldi tað hinvegin vera óðamannaverk, at tað ikki skal bera til at biðja um at fáa ætlanir kannaðar, so vit kunnu fáa vissu fyri, um skil er í teimum ella ikki.

Hevur sjálvur sovið
At fleiri stórmál drukna í “garvillum tunnilsætlanum, har tinglimir úr Javnaðarflokkinum hava ein høvuðsleiklut”, er so langt úti, at eg má spyrja, hvat Poul Michelsen billar sær inn! Sjálvur er hann partur av landsstýrismanningini, ið júst hevur verið við til at drukna eitt týdningarmikið mál, sum er innkomuvegurin til Havnina, nú Eysturoyartunnilin er komin væl áleiðis.

Í ár eru 8,5 milliónir krónur settar av til innkomivegin, men næsta ár arbeiðir landsstýrið við tveimum neyðars milliónum krónum, ið eru eitt beinleiðis lyftisbrot og reinur ørskapur, ið bæði Poul Michelsen og landsstýrið annars má taka ábyrgd av.

Hevði verið gjørt, sum eg longu langt síðani mælti til, var farið undir at gera innkomuvegin longu í 2015, so hann í øllum førum lá eitt stig framman fyri tunnilin. Tað ber altso ikki til, at ein innkomuvegur til Havnina ikki skal vera liðugur fyrr enn í 2022, tá Eysturoyartunnilin er liðugur í 2020!

Var nakað skil í, so vóru sjálvandi einar 30 milliónir krónur játtaðar beinanvegin, so innkomuvegurin fór í gongd beinanvegin, og síðani skuldu 30 milliónir krónur verið játtaðar um árið, til vegurin var liðugur, tí við eini slíkari játtan kundu vit altíð sett meira ferð og meira pengar av, so hvørt sum brúk var fyri tí.

Tí er tað sum at hoyra loppu goyggja, tá Poul Michelsen brádliga skal læra øll onnur um, hvussu tingini skulu gerast. So leingi sum hann og restin av landsstýrinum ikki arbeiðir við eitt sindur av sunnari fornuft, skal hann ansa sær við at seta tingini upp í ein spíss.

Heðin Mortensen
løgtingsmaður