Heinta.fo heintar matin fyri teg

Nú ber til online at keypa mat av matskránni hjá nógvum ymiskum matstovum í
Havn, og fáa hann koyrdan til dyrnar. 


Fyri einum góðum ári síðan var tankin um at gera eina tænastu, ið koyrir mat út
fyri tað alsamt vaksandi matstovuvinnuna í Føroyum, bert ein tanki hjá 19 ára
gamla Teiti F. Andreasen, ið til dagligt gongur á Glasi.  



Tankin vaks tó støðugt, og er nú vorðin veruleiki. Heinta.fo er ein vælvirkandi
heimasíða, fyrirøkan hevur fingið sær bil og hevur gjørt avtalur við Angus
Steak House, Café Sandwich, City Burger, Pizza King, Sentrum Pizzaria og
Take Away Steinatún í Havn. 



Eftir at hava testað heinta.fo í nakrar vikur, er tænastan nú almenn,
og fyrstu búffarnir, pitsurnar, burgararnir og durumrullurnar eru koyrdar út
til svong havnafólk. Til ber eisini at keypa á síðuni, og sjálvur heinta
matin. 



Skipanin er nemm at brúka, við at trýsta inn sítt postnr. fær man eitt yvirlit
yvir tær matstovur, ið eru í økinum, og har kann man velja í matskránni og
keypa tað, ið man vil hava. Man fær síðan boð, um nær maturin væntandi
kemur, og so er bara eftir at dekka borð.



Aftanfyri Heinta.fo standa Teitur F. Andreasen og beiggi hansara 18 ára gamli
Áslakur Holm. Í løtuni eru 6 matstovur í Havn á skipanini, og koyrt verður út í
Havn, á Argir, á Norðasta Horn og til Hoyvíkar. Men ætlanin eru at fáa enn
fleiri matstovur við.



https://www.heinta.fo/