Heimurin broytist – og vit mugu broyta okkum

Tey ríku londini hava trupult við at skapa búskaparvøkstur, meðan onnur lond hava hægri búskaparvøkstur enn vit hava sæð í okkara parti av heiminum í nýggjari tíð.


Búskaparvøksturin í okkara parti av heiminum hevur verið drivin av nýskapan, menning og bíligari framleiðslu í láglønar londum. Við at útflyta framleiðsluna, hava vit skapt arbeiðspláss og harvið eftirspurning í hesum londum, sum við hesum hava fingið betri førleikar og eitt hægri livistøði. Fyrimunirnir vit áður hava havt av hesum eru minkandi, ríkidømið er útjavnað, og okkara búskapur er tí undir trýsti.


Komandi árini í Føroyum verða avbjóðandi, vit skulu tryggja vælferðina og neyðugt er at spara og gera broytingar í yvirordnaða bygnaðinum á kommunu-, útbúgvingar-, røktar- og sjúkrahúsøkinum vm.


Fyri at rentuútreiðslurnar ikki skulu máa burtur av vælferðartænastunum, skal hallið á fíggjarlógini fáast burtur sum skjótast, og hetta krevur broytingar í almenna bygnaðinum, so sum samanlegging av stovnum, beinraknar raðfestingar og í ringasta føri niðurleggja onkrar tænastur.


Vit skulu krevja okkara part av øllum tilfeingi vit hava rætt til, bæði tá talan er um rávørutilfeingið og okkara part av vælferðini í ríkisfelagsskapinum. Um hetta eydnast, verður møguleiki fyri at koma skjótari burtur úr búskaparkreppuni og tryggja vælferðina á einum nøktandi støði, soleiðis at fólkið trívist og mennist í Føroyum.


Tað hevur víst seg at vera sera trupult, at fáa nýhugsan inn í almennu fyrisitingina, men tað er kanska ikki so undarligt, tá ið broytingarnar raka nakað ein sjálvur er partur av. Tí hevði verið rættast at sett ein bólk av uttanveltaðum at komið við uppskotum um, hvussu vit kunnu skipa okkara samfelag betur, so vit fáa sum mest av vælferð til okkara borgarar.


Bárður Nielsen


Tinglimur Sambandsfloksins