Heimsfrumframførsla av videolagnum Sóleyan og lítil útgávukonsert!

12. november kom nýggja lagið "Sóleyan lýsir um fløtur" hjá Elini Brimheim Heinesen og pápa hennara, Jens Paula Heinesen út í stórslidnari symfoniskari útgávu, innspælt við City of Prague Philharmonic Orchestra og Tórshavnar Manskóri í útseting eftir italska komponistin Enzo de Rosa.

Tíðindaskriv:

Útgávan er fíggjað umvegis fyrstu tónleikahópfíggingarverkætlanina nakrantíð í Føroyum.

Nú er túrurin so komin videolagið "Sóleyan lýsir um fløtur". Nýggja videolagið, sum Elin Brimheim Heinesen hevur stjórnað saman við Eyðun Müller Thomsen, varð sýnt fyri fyrstu ferð fyri almenninginum í  Plátuhandlinum hjá Tutl  seinnapartin í gjár.

Elin Brimheim Heinesen tók gittaran við og sang og spældi  nøkur løg hjá sær - harímillum lagið "Sóleyan".

Møguleiki varð haraftrat at fáa eitt prát við Elina og - umvegis stórskýggja - Enzo de Rosa, sum hevur sett lagið út fyri symfoniorkestur, og Laura Lungu, sum var 'executive producer' í Prag, har lagið varð innspælt, umframt við onnur, sum hava givið sítt íkast til verkætlanina.

Ætlanin var at hava útgávutiltak í Perluni 12. november, men orsaka av koronustøðuni, mátti tað tiltakið avlýsast. Men í gjár var so eitt minni útgávutiltak ístaðin í Tutl-handlinum.