Heimleiðstiltak um Commissioning

TILTAK: Byggiharrasamtak Føroya tekur nú stig til eitt heimleiðstiltak um “Commissioning”. Tiltakið er ókeypis, og øll við áhuga eru vælkomin at luttaka. 

Tá farið verður undir at byggja, verða atlit ikki altíð tikin at framtíðar rakstri og nýtslu. 
“Commissioning” mannagongdin leggur dent á at hava hesi atlit við í allari byggitilgongdini. 

Eisini verður dentur lagdur á at tryggja, at tøkniligar skipanir verða eftirkannaðar leypandi, meðan bygt verður. Við hesum tryggjar tú, at atlit eisini verða tikin at orkunýtsluni og inniluftini í bygninginum. Harumframt tryggjar tú eisini, at karmarnar um virksemið í bygninginum eru vælvirkandi, og at eingir manglar og feilir eru, tá bygningurin verður handaður brúkarunum.

Tað verða Rolf Simonsen frá Værdibyg, og Dávid Reinert Hansen, verkætlanarleiðari á Sundsverkinum, sum  leggja fram um hetta evnið. Møguleiki verður eisini at seta spurningar.
Talan er um eitt óformelt og upplýsandi tiltak, har tú eisini fært møguleikan at hitta onnur í byggivinnuni.

Tiltakið verður í kantinuni hjá Landsverki á Tinghúsvegi 5, hósdagin 19. apríl, kl. 15.00.
Vit gleða okkum at síggja teg.