Heimleiðistiltak um nýggju dátuverndarlógina

Hósdagin skipaði Vinnuhúsið fyri tiltaki, har limir kundu fáa kunning um lógaruppskotið um nýggja dátuverndarlóg. Høvi varð eisini at seta spurningar ella at reisa ivamál. Katrin Thorsvig Hansen, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni, greiddi frá. 

Løgmansskrivstovan hevur lagt lógaruppskot um nýggja dátuverndarlóg til almenna hoyring á heimasíðu sínari. Hoyringsfreistin er 8. november 2019. Til ber at lesa meira uppskotið um dátuverndarlóg her.
 
Endamálið við uppskotinum er at betra um verjuna av persónsupplýsingum, samstundis sum Føroyar fylgja altjóðagerðini og verða góðkendar av ES, sum trygt triðjaland. Men uppskotið er rættiliga rúgvismikið og torskilt fyri fyritøkur og persónar, ið ikki eru serfrøðingar á økinum. Tí skipar Vinnuhúsið fyri heimleiðisfundi, har umboða frá løgmansskrivstovuni greiðir frá, og til ber eisini at seta spurningar.
 
Vinarliga boða frá luttøku á

Vinarliga boða frá luttøku á industry@industry.fo ella við at ringja 309900 áðrenn týsdagin 29. oktober kl. 12.00. Tiltakið er bert fyri limir í einum av feløgunum í Vinnuhúsinum.

 
Tiltakið verður stroyma og leinkji verður sent til limirnar í Vinnuhúsinum.