Lýsing av uppgávuni
Heimið, sum er ætlað børnum og ungum við autismu, er í 4 eindum. Búeindin, sum inniheldur íbúðir, fevnir um felagsøki til 6 borgarar.Síðan er ein umlættingareind við 6 kømurum, umframt felagsøkjum til umlætting. Virkniseindin verður eitt dagtilboð til áleið 15 børn og ung, og so ein starvsfólkaeind við hentleikum til starvsfólkini. Heimið hevur felags heintleikar so sum venjingarrúm, sansarúm, verkstað, vátnavirksemið, teldurúm, ítrívsrúm, fleiri uppihaldsrúm og uttandura spælipláss.
Bruttovíddin á bygninginum er 1.192 fermetrar, og samlaða grundøki er 7.600 fermetrar. Byggiøkið er staðsett á Kvíggjartúni á Argjum.
Undangóðkenningartilfar
Undangóðkenningartilfar til undangóðkenningina er frítt atkomuligt gjøgnum talgilda samskiftispallin hjá Byggiharra á https://www.ibinder.com/External/EnquiryLink.aspx?id=tziikepgmk
Tað ber til hjá brúkarum av iBinder at tilluta loyvi til at síggja útboð í iBinder. Vegleiðing er eisini at finna á www.iBinder.com.
Spurningar og support til samskiftispallin iBinder kunnu stílast til:
Helga Johannesen
Tel. 290 873
T-post: hejo@lv.fo
Umsóknarfreist og innlatingaradressa
Umsóknir til undangóðkenning skulu latast inn talgilt gjøgnum samskiftispallin hjá Byggiharra sum er iBinder. Innlating av umsóknum fer fram við at senda samlaðu umsóknina til skiljiblað "Umsókn" inni í iBinder. Víst verður til vegleiðingina hjá iBinder: https://www.ibinder.com/pub/dk/filmklip.aspx undir "Digitalt udbud". Umsóknir til undangóðkenning skulu latast inn í síni heild í seinasta lagi: Týsdagin 11. februar 2020 klokkan 13.00.
Umsóknir, sum koma inn eftir hesa freist, verða ikki tiknar við til metingar.
Tíðarætlan
Tíðarætlan fyri undangóðkenning og útboð er sum fylgjandi:
Undangóðkenning: 07.02.2020
Umsóknir latast inn: 11.02.2020
Útboð: 12.02.2020
Lisitatión: 20.02.2020 kl. 13.00
Tíðarætlan fyri bygging er sambært tíðarætlan í tilfari. Sí annars undangóðkenningartilfar fyri nærri útgreinan av verkætlanini.
Spurningar
Tikið verður ikki móti spurningum til hesa undangóðkenning.
Úrvalstreytir til umsøkjara
Fylgjandi upplýsingar skulu latast inn við umsóknini:
1) Búskapar- og fíggjarligur førleiki.
- Tað verður sett krav um positiva eginogn seinastu tvey tøku roknskaparárini.
2) Tekniskur og fakligur førleiki
- Tað verður ikki sett minstakrav til umsøkjara
- Víst verður til pkt. 6 fyri útgreinan av úrvalstreytum 1 og 2
Krøv annars
Umsóknin skal latast inn á føroyskum. Umsóknin skal lúka tey krøv, sum standa í undangóðkenningartilfarinum í iBinder til ítøkiligu undangóðkenningina.
Um umsøkjarin er eitt samstarv millum fleiri búskaparligar partar, so sum eitt samtak, skal hvør einstakur luttakari skriva undir eina trú- go heiður váttan um luttøku í toyminum til hesa ítøkiligu verkætlanina.
Um umsóknin ikki lúkar omanfyristandandi krøv, kann tað í síni heild verða mett sum ikki at lúka tær treytir, sum standa í undangóðkenningartilfarinum.