Heim & Skúli hevur aðalfund og kjak um talgilding í Fólkaskúlanum

Aðalfundurin hjá Heim & Skúla verður 3. mai kl. 13 til 16. Fundurin verður í Kongagøtu, hjá Kommunuskúlanum í Havn.


Høvuðsmálini á aðalfundinum eru viðgerð og støðutakan til viðtøkur og kjak framtíðar mál fyri felagið.


Eisini verður framløga og kjak á skránni. Umboð fyri Stranda Skúla koma at greiða frá teirra royndum við at brúka teldlar í undirvísinigini. M.a. verður tosað um, hví skúlin valdi at fara í gongd við hesa verkætlan, hvussu verkætlanin koyrir í dag og ein meting av hvussu skipanin hevur roynst.


Aftaná verður kjak um líknandi royndir og annars um talgilding av skúlanum sum heild, ikki minst í ljósinum av Landsroyndunum, sum vóru avlýstar í vikuni.


Aðalfundurin er bert fyri skúlastýrislimir, meðan seinni partur er opin fyri øllum áhugaðum.


Aðalfundurin


Val av fundarstjóra og fundarskrivara


Góðkenning av fundarskrá


Ársfrágreiðing frá nevndini


Uppskot til viðtøkur til samtyktar


Framløga av ársroknskapi til góðkenningar


Framtíðar mál hjá felagnum


Val av nevnd


Ymiskt


Steðgur


Framløga og kjak (umleið kl. 14.30)


Umboð fyri Stranda Skúla greiða frá um verkætlan við teldlum í undirvísingini


Kjak um teldlar og um talgilding av skúlunum sum heild.


Fundurin endar í seinasta lagi kl. 16.


www.heimogskuli.fo