Heilsustovnur Náttúrulæknafelags Íslands (NLFÍ) í Hveragerði

Kunningarfundur fyri almenning í Miðlahúsinum í Vágsbotni, týsdagin 22. oktober kl. 20.00.


Heilsustovnur NLFÍ í Hveragerði (40 km úr Reykjavík) bjóðar framúr góðar viðgerðir innan heilsu, í styttri ella longri tíðarskeið, fyri øll sum vilja njóta lívið í heilsugóðum umhvørvi. Har eru góðar umstøður, róligt umhvørvi og tætt samband við náttúruna. Fjølbroyttar viðgerðir eru í boði og áhugaverd støð at síggja í nærumhvørvinum.


Uppihald á heilsustovninum bjóðar tær ein møguleika at læra nýggjar og skilagóðar leiðir innan rørslu, matvenjur (kost) og svøvn.


Á fundinum verður kunnað um tilboð og tænastur á Heilsustovninum og øll eru hjartaliga vælkomin.


Sí meira á www.hnlfi.is