Heilsumál søguliga høgt raðfest í fíggjarlógini 2020

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen fegnast um hækkanina á fíggjarlógini til heilsuøkið. Tað er ein søguliga høg hækking, sum er sett av á fíggjarlógini til heilsuøkið, tann størsti vøksturin tey seinastu 10 árini.

Samlaða játtanin til heilsumál verður í 2020 um 1,4 mia. kr., í mun til uppruna fíggjarlógina fyri 2019 til heilsumál, sum var 1,27 mia. kr. – ein hækkan á  tilsamans um 130 mió. kr., ella um 10% í mun til uppruna játtanina fyri heilsumál í fíggjarlógini 2019.

Landsstýrismaðurin sigur, at fyri málið um viðgerðartrygd, er hetta ein góð byrjan og ein hornasteinur í ætlanini at lyfta støðið hægri og stytta bíðitíðirnar hjá sjúklingum mest møguligt. 

Mítt mál sum landsstýrismaður er, at fólk bíða sum minst eftir at koma í viðgerð. Økir, sum hava serligt fokus í 2020, eru millum annað, at tað verður sett á stovn ein ADHD viðgerðarstova, sum er til fólk við serligum sálarligum avbjóðingum, eins og ein skipan við ókeypis sálarfrøði til tey 15-35 ára gomlu. 

Landsstýrismaðurin fegnast um, at játtanin til útbúgving er hækkað. Millum annað verður settur ein samskipari at góðskutryggja útbúgvingina av kommunulæknum. Játtan er somuleiðis sett av til, at tilgongdin av serlæknum í sjúkrahúsverkinum kann halda áfram. 

Onnur ítøkilig átøk, fyri at minka um bíðilistarnar eru, at virksemið í sambandi við MR skannaran verður víðkað, so at skannarin verður mannaður ein størri part av degnum. Harumframt verður talið av læknaskrivaranæmingum økt, og sett verður eitt starv til at førleikamenna yngri læknar til høvuðsútbúgving innan narkosuøkið (anæstesi).

Sum nevnt omanfyri, so er ætlanin at byrja við nøkrum økjum viðvíkjandi viðgerðartrygd. 

Týðandi fyri viðgerðartrygd er at fáa gjøgnumskygdar felags bíðilistar fyri sjúkrahúsverkið. Tí er millum annað KT-økið í sjúkrahúsverkinum raðfest frammarlaga. Neyðug tøknilig amboð krevjast fyri at fáa gjøgnumskygdar bíðilistar. 

Landsstýrismaðurin sigur, at hann fer at fylgja gongdini neyvt og leggur dent á, at heilsuverkið skal rekast og samskipast skynsamt. Samantvinningin av sjúkrahúsverkinum er ein sólskinssøga, har ein felags leiðsla tryggjar eitt gott og sterkt samstarv. Tað er umráðandi, at tilfeingið í sjúkrahúsverkinum verður gagnnýtt á bestan hátt fyri at fyribyrgja óneyðugt dupult virksemi.

Landsstýrismaðurin leggur dent á, at økið framhaldandi verður ment og fegnast um góðu gongdina at samansjóða sjúkrahúsverkið, so tilfeingið verður gagnnýtt best møguligt.
 
Heilsumálaráðið, hin 9. januar 2020