Heilsuhjálparafelag Føroya 40 ár

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðar- og samferðslumálum, var fríggjadagin við til at hátíðarhalda 40 ára føðingardagin hjá Heilsuhjálparafelagi Føroya.

Landsstýrismaðurin segði m.a. nøkur rósandi orð um felagið og gav forkvinnuni eitt uppiborið herðaklapp:

'Nú eru 40 ár liðin síðani Heilsuhjálparafelag Føroya varð stovnað, og er felagið sera virkið og sjónligt millum allar limir sínar. Eitt nú ger forkvinnan Mary Antonsdóttir eitt flott arbeiði við at varpa ljós á avbjóðingar í yrkinum, og eisini er hon sjónlig á stovnum runt um í landinum, har hon vitja limir felagsins. Júst soleiðis skal ein forkvinna bera seg fram, og tað havi eg, sum avvarðandi landsstýrismaður, sera stóra virðing fyri.'

Heðin Mortensen, landsstýrismaður, varpaði eisini ljós á týdningarmikla starvið hjá heilsuhjálparum og segði:

'Tað er eingin ivi um, at tit, sum eru heilsuhjálparar, hava eitt sera týdningarmikið starv. Tit hjálpa teimum, ið eru óhjálpin, við at geva umsorgan, røkt og aðra týdningarmikla hjálp í gerandisdegnum... men eisini veit eg, at tit gera so nógv meira enn tað. Tit lurta, tá tann óhjálpni borgarin hevur nakað upp á hjarta, tit troysta, tá borgarin hevur tørv á tí, og tit eru har hjá teimum bara fyri at vera, tá eingin annar kann.'

Nógv fólku vóru komin at ynskja Heilsuhjálparafelagi Føroya til lukku í húsi felagsins í Fríðriks Petersens gøtu.

Les alla røðuna hjá landsstýrismanninum her.