Heilsaðu Team Einu í Móttøkuhúsinum
Besta fimleikalið í danska kongaríkinum. Annika Olsen, borgarstjóri, helt stutta røðu fyri fimleikagentunum á móttøku í Móttøkuhúsinum í dag.
Hon nevndi, at spennandi innleiðandi kappingin í HM í estetiskum fimleiki var leygardagin og 12 lið komu víðari í finaluna í ávíkavist kvinnu- og kvinnuunglingabólkinum.
Fýra føroysk lið vóru við, og tey hava øll staðið seg lutfaldsliga væl. Umframt at Team Eina vann seg millum 12 tey bestu av 24, so fekk kvinnulandsliðið ikki færri en 15.300 stig. So úrslitini yvirhøvur vóru góð.
Tá Team Eina hjá Havnar Fimleikafelag gjørdist nr. 12 av 24 liðum, so kom liðið í finaluna.
Og úrslitið varð, havnagenturnar endaðu samanlagt á 9. plássi.
Samanteljingin vísti, at Team Eina lá eitt pláss framman fyri Team Elina úr Danmark. Team HF Eina er tí onki minni enn besta fimleikalið í kongaríkinum og millum 10 tey bestu í heiminum!
Finsku og russisku kvinnuunglingarnir vóru í einum flokki fyri seg og tóku fýra tey fremstu plássini.
Heimsmeistari gjørdist Minetit úr Finnlandi, nummar tvey gjørdist Ovo Junior team eisini úr Finnlandi og nummar trý gjørdist Victoria úr Russlandi.
Venjararnir Jónvá Ellingsgaard og Ingibjørg Mohr Arnadóttir hava sjálvar gjørt seriuna, sum Team HF Eina framførdi í finaluni.
- Fimleikur er størsta ítróttagrein í Føroyum, og hevur seinastu árini ferð eftir ferð ruddiliga sett okkum á heimskortið við einastandandi úrslitum.
- Menningin hevur ført við sær, at vit ikki bara hava havt spennandi føroyskar kappingar, men at vit eisini í stóran mun hava luttikið í útlendskum kappingum, norðurlanda- og altjóða kappingum og á Oyggjaleikum.
- Fimleikurin er ein av teimum ítróttargreinunum, sum tíverri áður hevur fingið alt ov lítið pláss í fjølmiðlunum. Tað hevur Havnar Fimleikarfelag sanniliga verið við til at broyta.
- Menningin higartil, góða samanhaldið og góði stemningurin tykkara millum fer at lyfta tykkum øll uppá eitt enn hægri støði, so vit til næsta HM aftur kunnu gera vart við okkum millum heimsins bestu!
- Tit heysta nú fruktirnar av skilagóðum íløgunum í fimleikin! Og tit heysta samstundis fruktirnar av einastandandi arbeiðnum hjá teimum eldsálum, sum hava vant tykkum.
- Okkara uppgáva sum politikkarar er at skapa karmarnar til ítróttin. Og tílík fantastisk úrslit sum hesi eru óivað við til at skapa enn størri vælvild.
- Hjartaliga tillukku við úrslitinum og allarbestu eydnu víðari, segði Annika Olsen, borgarstjóri.