Heiðursløta fyri Marnar Djurhuus í kvøld

Sjóvar kommuna fer, hóskvøldið 15. mars kl. 19, at heiðra Marnar Djurhuus, fyri síni afturvendandi flottu avrik sum rennari.


Marnar hevur júst verið við í innandura ungdómskappingini, um danmarksmeistaraheitið í renning. Hann vann ikki færri enn tvær gullmedaljur í tveir dagar, umframt at gerast tann skjótasti í kongaríkinum.


Venjarin Guttorm Sørensen luttekur við frásøgn og filmi um ítróttina hjá Marnari.


Kom og ver við - øll eru hjartaliga vælkomin!


Afraná heiðrannina fara næmingar úr 9. flokki at siga frá og vísa myndir frá verkætlan, tey hava gjørt um Sjóvar kommunu.


Eisini fer íverksetarabólkurin úr Stranda skúla, sum gjørdist nr. 2 í kappingini um ársins skúlaFM í Norðurlandahúsinum, at leggja teirra hugskot fram.


Kaffi, køkur og frukt verða at fáa.


Kelda: www.sjovarkommuna.fo