Heiðursløn fyri journalistiskt dirvi

Oddagrein:


Tað er sera sjáldsamt, at vit lurta eftir kringvarpinum, men nakrar ferðir hava vit upplivað sendingina ”Pressan”, sum er ein nalvaskoðandi sending við útvaldum persónum, og útvaldum meiningum. Tað í sjálvum sær eigur at fáa tey flestu, at halda seg burtur, og tað er tað eisini nógv, sum bendir á, at fólk hava valt at gera.


Sostatt sita hesi fólkini og hoyra seg sjálvi í einari ostaklokku, harta, kritisera og klappa hvørjum øðrum, sum um heimurin rundan um tey ikki er til, og tað avspeglast eisini í samfelagnum.


Men orsøkin til, at vit hava valt at viðgera hesa famøsu sendingina, er Winther-heiðurslønin, tí, hevði maðurin verið á lívið so hevði hann avgjørt vent einglapressuni reyv, sum als ikki hevur líkinda dirvi, og arbeiði hjá eftirkomarunum við fíggingingini av skipaflotanum í áttatiárunum, vildið hann hildið lítið um. Hann strýddist alt sítt lív í móti maktsjúku og maktmisbrúki.


Maðurin hevði vígt sítt lív at føra kritiskan journalistikk í móti teimum, sum kúgaðu fólki, og tí hevur hann verið ein fattastiskur persónur. Tað spýggiliga er, at journalistar, sum als ikki hava hansara format, ella eginleikar, kortini ikki skulu kunna lýsa sítt elendiga journalistiska lív gjøgnum hansara stóra dirvi. Einglapressan er ikki annað enn keisarin uttan klæðir, og vit hava eitt fekst dømi.


Í vikuni fekk samlaða Einglapressan somu upplýsingar og skjøl, sum Oyggjatíðindi, í samband við Pidda-gøluna.


Tað einasta, sum skuldi til, var, at Einglarnir vístu dirvi at lýsa hesi skjølini, tí sjálvt um ein kroati er dømdur 14 ára fongsul fyri at hava dripið Pidda, hevur tað stóran prinsipiellan týdning at lýsa støðuna, at t.d. Durita fekk 1,3 millión, eini skuldarfrí hús, og slapp undan einari skuld uppá 200 túsund krónur, tí Piddi var deyður, og tí at skifti ikki var liðugt uppgjørt.


Haraftrat fingu børnini fingu slaka millión, tá Piddi varð dripin, og ákærin sigur, at kroatin var tann einasti, ið hevði eitt motiv at beina fyri Pidda.


Men ikki ein limur av Einglapressuni tordi at seta hesi viðurskiftir á breddan; har var einki dirvi, sjálvt um upplýsingar og skjøl vóru borin teimum upp í hendurnar.


Mælt verður til, at fólk lesa greinina: “Aftanfyri jarntjaldið: Tá sensururin arbeiðir, og klapparnir reka í rætt.


Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum:


T.d., at gølan í Als, stingur so djúpt, at landsstýrismaðurin koyrdi stýrisformannin frá, og at verjin og dómarin í Pidda-gøluni, hava ilt í habilitetinum.


------


Keypið blaðið á netinum:


Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.


http://oyggjatidindi.com/arkiv.html


Teknað hald:


oyggjat@olivant.fo