HEÐIN STILLAR UPP

Eg hava
játtað at stilla upp, tí eg haldi, at Havnin er ov veikt umboðað
á Løgtingi, sigur Heðin Mortensen 



Tíðindaskriv
frá Javnaðarflokkinum



-         
Javnaðarflokkurin
hevur heitt á meg, sum næstformann, at stilla upp til løgtingsvalið. Tað havi
eg játtað, tí nú mugu allar kreftir standa saman fyri at gera tær broytingar,
sum borgarin hevur tørv á. Og vilt tú fremja broytingar, so mást tú verða har,
sum avgerðirnar verða tiknar.



 Tað sigur Heðin Mortensen, sum stillar
upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin.



 - Sum løgtingsmaður fari eg sjálvsagt at
umboða alt landið, og tað eri eg eisini vanur við, bæði sum formaður í
Kommunufelagnum, næstformaður í Javnaðarflokkinum, og í sambandi við tær nógvu
umboðandi uppgávurnar, Tórshavn sum høvuðstaðarkommuna hevur.



 Men umstøðurnar hjá høvuðsstaðnum eru kortini
ein orsøk til, at Heðin Mortensen stillar upp.



 - Tað er ongin loyna, at vit í Tórshavnar
kommunu stundum eru ónøgd við ta viðferð, kommunan fær í og av løgtinginum,
sigur hann.



  -
Vit hava í áravís ligið í stríði um fleiri ítøkilig mál, eitt nú um
innkomuvegin til høvuðsstaðin, sum skal gerast í sambandi við
Eysturoyartunnilin.



 Harumframt harmar tað okkum at síggja ta
miðvísu niðurlaðingina av almennum stovnum í Havnini. Sum dømi kann eg nevna
Landssjúkrahúsið og Vinnuháskúlan.



 - Eg haldi sum heild, at tað mangla røddir,
sum vilja høvuðsstaðnum væl, í løgtinginum. Vit byggja einki upp við at laða
nakað annað niður. Land og høvuðsstaður skulu styrkja hvørt annað – ikki vera mótsetningar.



 Sum dømi um, at tað kann vera ein
fyrimunur at vera í bæði kommunupolitikki og landspolitikki nevnir Heðin
eldraøkið.



 -         
Tað er
nógv lógarsmíð eftir at gera á eldraøkinum, sum jú er lagt út til kommurnar at
umsita. Men lógirnar skulu gerast á løgtingi.



-         
Tað er
avgerandi fyri kommunurnar – ikki bara Tórshavnar kommunu – at hetta kemur í
rættlag. Tí er tað ein fyrimunur fyri borgaran, at eitt umboð fyri ta størstu
kommuna eisini kann vera við til at smíða hesar lógir á Løgtingi.



Heldur
fram á Vaglinum

Heðin gevst ikki sum borgarstjóri, um
hann verður valdur á Løgting.



 - Eftir løgtingsvalið havi eg bert eitt
ár eftir av hesi setuni sum borgarstjóri. Tað árið megni eg saktans at røkja
bæði størvini, tað er bara ein spurningur um raðfesting, sum tað er hjá øllum
hinum kanska 10 borgarstjórunum, sum eisini stilla upp, sigur hann.



 Sami
arbeiðsháttur



Heðin er kendur
fyri at fáa tingini at henda, heldur enn bert at tosa um tey. Og tað verður
sami arbeiðsháttur á Løgtingi.



 -         
Eg haldi eg í Býráðnum havi víst, at tað ber
til at gera ábøtur, broytingar og fáa ting at henda, sum bøta um trivnaðin og
gagna vanligum fólki. Tað er tað, sum politikkur snýr seg um fyri meg: Minni
snakk og fleiri úrslit. Og tað verður sama kós, eg fari at halda á Løgtingi.