Heðin Mortensen, borgarstjóri: Sáttmáli undirskrivaður um gøtu frá Hvítanesi til Vegin Langa

Hvítanesfólk fáa nú eina góða og trygga gøtu til bleyta ferðslu frá bussskýlinum og heilt niðan til rundkoyringina við Vegin Langa.


Fyrradagin varð sáttmálin millum Tórshavnar kommunu og Spf Plan við Johannes Hellisdal um gøtuna av Hvítanesi niðan til Vegin Langa undirskrivaður á skrivstovuni hjá borgarstjóranum.


Talan er um eina breiða gøtu niðanfyri høvuðsvegin til bleyta ferðslu, sum byrjar niðri við bussskýlið og gongur niðan til rundkoyringina við Vegin Langa.


- Gøtan gongur fram við vegjaðaranum og verður umleið 640 metrar long. Ein av orsøkunum til, at fyrireikingin hevur tikið langa tíð, var eitt krav um ávísa frástøðu frá vegnum. Hetta er m.a. nú loyst við at gjørd verður sokallað stív autoverja úr betong part av leiðini, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.


- Samlaði kostnaðurin av arbeiðnum er sambært sáttmálanum 2,3 miljónir krónur. Tíðarplanurin er soleiðis, at arbeiðið byrjar nú í viku 45 og verður liðugt í viku 20 í 2013, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum fegnast um, at ein góð loysn endiliga er fingin á hesum máli.